MAKRELUR
Tá strandalondini, sum varða av makrelinum í okkara parti av Atlantshavinum, fara at sessast aftur við samráðingarborðið í London hin 12. oktober, sum er í næstu viku, verður Ísland við sum strandaland.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, væntar ikki, at hetta verða lættar samráðingar.
- Tað er ilt at spáa um gongdina frammanundan, men í øllum førum kunnu vit rokna við, at hetta verða truplar samráðingar. Fæst ein avtala fyri 2011 í lag, kemur Ísland væl saktans við sum strandaland.
Landsstýrismaðurin sigur, at tveir dagar eru settir av til hendan samráðingarfundin.
- Eg vænti ikki, at eginkvotan hjá Føroyum í ár fer at fáa nakrar avleiðingar fyri samstarvið millum Føroyar, Noreg og ES, sigur Jacob Vestergaard.