Seinastu kanningar hjá rannsóknarskipinum Magnusi Heinason benda á, at makrelurin í størri mun er farin at gýta í føroyskum sjóøki. Havstovan er tó varin við, at gera nakra greiða meting av støðuni.
Havstovan upplýsir, at kanningar av gýting hjá makreli verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroya. Av tí at makrelur gýtir yvir eitt langt tíðarskeið, verða heili tólv altjóða kanningarferðir gjørdar í hesum tíðarskeiði.
Seinastu kanningarnar benda á broytingar í vanliga mynstrinum. Vanliga hevur verið, at Magnus Heinason einans hevur funnið nøkur einstøk rognkorn norðanfyri Føroyar, tí høvuðsgýtingin hjá makreli plagar at vera vestanfyri Ísland.
Kanningin í ár bendir tó á eina broyting, tí Magnus Heinason hevur funnið eitt stórt tal av rognkornum norðanfyri Føroyar.
Stovnurin er tó varin við at gera nakrar skjótar niðurstøður.
- Enn ber tó ikki til at siga, hvat hetta merkir fyri makrelstovnin. Ein samlað meting verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verður uppgjørd, skrivar Havstovan á síni heimasíðu.