Makrelurin fluttur til Bergens

Strandarlandasamráðingarnar um makrel verða tiknar upp aftur í Bergen týsdagin.

Strandarlandasamráðingarnar um makrel, sum vóru í London í døgunum 15.– 17. januar, hildu eisini fram fyrrapartin av hesi vikuni.

 

Upp undir endan av vikuni vórðu samráðingarnar fyribils niðurlagdar, men verða tiknar upp aftur týsdagin hin 28. januar í Bergen.

 

Spenningur er um, hvørt tað hesaferð fer at eydnast pørtunum við samráðingarborðið at finna eina felags avtalu millum strandalondini.