Makrelurin er 35% norskur

Tey seinastu 15 árini hava norskir fiskifrøðingar fylgt við, hvussu makrelurin ferðast, og hvar hann heldur til tær ymsu tíðirnar á árinum.

Úrslitið av kanningunum vísir, at í árunum frá 1995 til 2011 var 55 prosent av makrelinum í norskum sjógvi í mánaðunum juli, august og september. Frá 1999 til 2007 var í meðal 86 prosent av makrelstovninum í norskum øki í mánaðunum oktober, november og desember.

Út frá hesum eru teir norsku fiskifrøðingarnir komnir til ta niðurstøðu, at makrelurin er í norskum sjóøki 35,25 prosent av árinum. Tað skrivar fiskifrøðingurin Leif Nøttestad á heimasíðuni hjá norska havrannsóknarstovninum.