Samráðingarnar um makrel endaðu úrslitaleysar í dag. Trípartasamráðingarnar um makrelin, sum hava verið millum ES, Føroyar og Noreg í Keypmannahavn í dag, endaðu úrslitaleysar, tí tað eydnaðist ikki at koma ásamt um, hvussu heildarkvotan av makreli skal býtast millum partarnar.
Tað var seinasta samráðingarumfar á hesum sinni. Partarnar fara nú hvør í sínum lagi at gera av, hvussu teir fara at skipa sín fiskiskap eftir makreli í 2011.