Síðani føroyska makrelævintýrið byrjaði fyri nøkrum árum síðani, hevur stóri spurningurin verið, hvussu makrelurin ávirkar vistskipanina kring Føroyar.
Spurt og gitt hevur verið, hvussu og í hvønn mun makrelurin ávirkar annan fisk, ið svimur í føroyskum øki.
Á Fiskivinnutinginum í dag kom Jan Arge Jacobsen nærri svarinum. Fiskifrøðingurin við sergrein í uppsjóvarfiski hevur staðið fyri umfatandi kanningum av makreli á føroyska landgrunninum. Talan er um kanningar, ið eru gjørdar bæði í 2011 og í fjør.
Kanningarnar geva onga ábending um, at makrelurin, ið sum kunnugt svimur og livur uppi í sjónum, ávirkar botnfiskin.
- Tað er einki, sum bendir á, at makrelur tekur yngul av toski, hýsu, upsa og nebbasild, staðfestir Jan Arge Jacobsen.
Fiskifrøðingurin vísir á, at makrelurin er ikki inni á landgrunninum í tíðarskeiðnum frá apríl til juni, tá egg og yngul av botnfiski reka uppi í sjónum.
- Tí er einki samanfall millum makrel og yngul av botnfiski, sigur Jan Arge Jacobsen.
Hann leggur tó afturat, at óbeinleiðis kann makrelurin tó ávirka annan fisk, við at eta æti úr sjónum.
- Men hartil eru vit ikki komin enn. Ta vitanina hava vit ikki, sigur Jan Arge Jacobsen.
Les eisini:
Skiljiristin letur upp stongdar leiðir
Makrelurin lokkar svartkalvan hendavegin
Vestergaard setir Fiskivinnutingið