Líkt er til, at rættiliga nógvur makrelur er sunnarliga í føroyskum sjógvi í løtuni. Undanfarnu tvey árini hevur rættiliga nógv verið tosað um makrel í føroyskum sjógvi í summarhálvuni, og einki bendir á, at hetta verður øðrvísi í ár.
Sagt verður av fiskileiðunum, har svartkjaftaskipini royna sunnarliga í føroyskum sjógvi, at so nógvur makrelur er í havinum, at skipini stundum ikki fáa fiskað um náttina.
Enn eru makrelloyvini ikki útskrivaði, og tískil hava føroysku skipini heldur ikki loyvi at veiða makrel.
Á leiðunum í føroyskum sjógvi, har svartkjafturin nú stendur, royna eisini norðmenn, íslendingar og russar.
Herfyri var Fiskiveiðieftirlitið á leiðunum, har skipini royna, men tá vit frættu, hevði eftirlitið ikki staðfest ólógliga veiði á leiðini.