Makrelur og sild geva nógv arbeiði

Uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðin Pelagic, avskipar næstu dagarnar 4.300 tons av lidnari vøru, og tí er nógv arbeiði á virkinum nú, umframt at brúk er fyri fólki til lossingina.

Saksaberg kom í gjárkvøldið á Tvøroyri við 500 tonsum, og í morgun kom Tummas T á Tvøroyri við 730 tonsum. Talan er um bæði makrel og sild, men tó heldur meira av makreli.

Suðuroyarportalurin skrivar, at í kvøld kemur farmaskipið Alma á Tvøroyri eftir 1.300 tonsum, ið skulu til Russlands, og týsdagin kemur Aruba eftir 3.000 tonsum, ið skulu til Nigeria. Serliga í sambandi við seinna skipið verður nógv lossingararbeiði, tí lidna vøran skal hondstúvast.

Heimasíðan hjá Jóanis Nielsen veit at siga, at eisini er nógv arbeiði í Kollafirði hesa vikuna, hagar Slættaberg er á veg við 700 tonsum, umframt at Finnur Fríði hevur landað 1.600 tons, Næraberg 1.900 tons og Atlantsfarið landar 850 tons.