Samgongulimir eru nú, sum í øllum øðrum málum, eisini farnir at leggja ábyrgd frá sær og rista álir av rygginum hjá øðrum í makrelmálinum. Millum manna og í vinnuni ganga óteljandi skeivar søgur um gongdina í makrelmálinum og leiklut landsstýrismansins og flokkana á tingi.
Tí er neyðugt at gera politisku støðuna greiða:
Tað var Tjóðveldi, sum – grundað á frágera gott kanningararbeiði hjá Árna Dam frá Reiðarafelagnum – reisti málið politiskt á tingi um, at Føroyar skulu krevja munandi størri part av makrelkvotuni.
Hetta var fyri hálvum øðrum ári síðani. Fyri knøppum ári síðani frættu vit í útlendskum fjølmiðlum, at ES og Noreg høvdu formliga kastað saman og gjørt av at arbeiða saman um krøv til uppisjóvarfisk – uttan samráðingar við okkum sum strandaland. Tá reisti Tjóðveldi aftur málið á tingi og kallaði beinanvegin landsstýrismannin í samráð, har vit kravdu, at føroyingar nú settu gerðir aftanfyri síni krøv og eisini tóku upp samráðingar við Ísland um felags støðu móti ES og Noregi.
Sannleikin er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði als ikki samráðst ella fyrireikað nakra strategi í hesum máli, tá málið varð reist á tingi. Og landsstýrismaðurin hevði ikki verið á nøkrum samráðingarfundi (fyrstu ferð var í juni í ár, eftir trýst frá uttanlandsnevndini). Talan hevur verið um reina tilvild í fyrisitingini hjá landsstýrinum í hesum máli.
Tjóðveldi greið tilmæli
Okkara tilmæli hava verið sera greið í makrelmálinum:
Í strandalandasamráðingum skulu føroyingar krevja munandi størri part av makrelkvotuni grundað á tilmæli frá okkara egnu Havstovu.
Vit skulu beinanvegin seta fíggjarliga orku av til Havstovuna at gera allar neyðugar kanningar av ferðingarmynstri, gýting, føðslu og góðsku, til tess at vísindaliga undirbyggja okkara krøv um makrelin í samráðingum. (Landsstýrismaðurin hevur ikki fylgt hesum).
Fáa vit ikki semju, skulu vit áseta okkara egnu royndarkvotu í føroyskum sjógvi til tess at undirbyggja okkara krøv. (Og kalla tað royndarkvotu til tess at standa væl ímóti ákoyringum frá ES og Noregi).
Tann áseta kvotan skal bjóðast út við stuttum og jøvnum millumbilum til føroysk skip, ið lúka føroyskar reglur og manningarsáttmálar.
Fyrimunirnir við okkara politikki
Við at bjóða kvotuna út við stuttum og jøvnum millumbilum, verður tryggjað, at landið varðveitir ognarrættin til tilfeingið og ongin kann seta seg á tað ella spekulera í tí.
Við at bjóða kvotuna út, verður tryggjað, at ein landsstýrismaður ikki kann býta milliónavirðir – ja, í langtíðarhøpi milliardavirði – til ávísar bólkar, sum hann velur út eftir politiskum høvdi.
Við at bjóða kvotuna út alment, verða tað tey, ið kunnu fáa mest burturúr makrelinum og fáa driftina at hanga saman, ið sleppa framat.
Og við at bjóða kvotuna út alment til føroysk skip og bátar, er ongin trupulleiki at krevja, at føroyskar lógir, sáttmálakrøv og treytir verða hildnar, so at vit ikki koma í nakra ivastøðu, sum nú alt bendir á, er íkomin.
Landsstýrismaðurin má standa til svars
Vit fegnast um, at tað hevur givið ávøkst og er prógvað, at tað ber væl til at fiska makrel í føroyskum sjógvi. At nøgdirnar eru stórar og góðskan betur enn væntað.
Men vit góðtaka ikki, at ein landsstýrismaður situr og býtir kvotur út eftir sínum egna høvdi og nú skapar stór ivamál um lóg og rætt og rættin til tilfeingi undir Føroyum.
Til teir samgongumenn, ið nú royna at vaska hendur, er bert at siga: Tit kunnu als ikki takast í álvara, um tit ikki seta gerðir aftanfyri orðini.










