Kanningar, sum Magnus Heinason hevur gjørt, vísa, at makrelur gýtir í føroyskum sjógvi. Kanningarnar eru gjørdar í tíðarskeiðinum 19. mai til 2. juni í ár, og uppgávan var at telja makrelrogn.
Tað er Høgni Debes, lívfrøðingur á Havstovuni, sum hevur verið kanningarleiðari, og hann sigur, at teir raktu við makrelrogn allastaðni, har Magnus Heinason sigldi á hesum túrinum.
Hesar dagarnar, kanningin vardi, vóru vit um alt tað føroyska havøkið, og vit hava staðfest, at makrelur gýtir alla staðni kring um í føroyskum sjógvi ? úr suðri, har gýtingin er størst og heilt norður á 63 stig.
Londini, sum eru við í hesi kanning, Føroyar, Ísland, Noreg og ES, gera øll sínar kanningar, og síðan verða úrslitini samanborin.
Høgni Debes sigur seg ivast í, hvussu stórur prosentparturin verður, sum gýtir í føroyskum sjógvi, tí tær stóru og gomlu gýtingarleiðirnar hjá makreli eru serliga vestanfyri Írland.
- Hinvegin ivast vit onga løtu í, at makrelur hevur broytt sítt ferðingamynstur og í størri mun enn áður gýtir vestari og norðari, enn hann hevur gjørt, sigur Høgni Debes, lívfrøðingur, við Sosialin í dag.










