Makrelur: Eingin semja í ljósmála

Samráðingarnar um makrel millum strandalondini, Føroyar, ES, Noreg og Ísland, sum byrjaðu síðsta mánadag í Clonakilty í Írlandi, eru endaðar uttan at tað eydnaðist at fáa semju um, hvussu makrelurin skal býtast í 2012. Lítið bendir á, at nøkur semja er í ljósmála millum londini

MAKRELÓSEMJA

- Vit harmast um gongdina. Okkara ynski er sjálvsagt, at ein avtala verður gjørd um makrelin, soleiðis at stovnurin kann verða burðardygt umsitin.
Tað sigur Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum harmast um, at so langt er millum partarnar.
- Vegna Føroyar kunnu vit ikki góðtaka at gera eina avtalu, sum ikki gevur okkum ein nøktandi part av heildarkvotuni.
Landsstýrismaðurin vísir á gongdina seinastu árini, sum hevur prógvað, at sera nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi um summarið.
- Hetta sæst eisini aftur, bæði í fiskiskapinum og í teimum kanningum, sum eru gjørdar. Makrelur leitar í føroyskan sjógv á vári at finna sær føði, og stovnsstøddin í vekt økist munandi hetta tíðarskeiðið, leggur hann aftrat.

Nógv vantar í
Jákup Mikkelsen sigur, at Føroyar undir samráðingunum hava sett fram krav um part av makrelinum grundað á tey viðurskifti, sum hann sipar til, men at ES og Noreg hava ikki tikið undir við føroysku krøvunum.
- Undir samráðingunum løgdu ES og Noreg saman uppskot á borðið, men býtið av heildarkvotuni, sum ES og Noreg skjóta upp, er langt frá føroyska kravinum. Tí var ikki grundarlag fyri at halda fram við samráðingunum, tá partarnir í løtuni standa ov langt frá hvørjum øðrum, sigur hann.

Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at í løtuni kann tað tykjast trupult at hóma eina loysn um býti av makrelinum fyri 2012, men strandalondini hava tó avrátt at hittast til enn eitt samráðingarumfar tíðliga komandi ár.
Jákup Mikkelsen staðfestir, at skulu komandi samráðingar bera á mál, er neyðugt, at ES og Noreg viðurkenna broytingarnar í útbreiðsluni av makrelinum, og at Føroyar eiga ein rættvísan part av makrelstovninum.

Avtala við russar
Í fiskivinnusamráðingunum, sum Føroyar og Rusland høvdu í Havn í døgunum, 28. og 29. november, samdust partarnir um eina avtalu, sum gevur Føroyum tilsamans 19.106 tons av fiski, harav 15.206 tons av toski, 2.000 tons av hýsu, 1000 tons av rækjum og 900 tons av flatfiski.
Á hinari síðuni fær Rusland 50.000 tons av svartkjafti, 13.000 tons av makreli og 500 tons til royndarveiði undir Føroyum.
Nú Føroyar aftur eiga meiri svartkjaft at lata russum, tí heildarkvotan er økt, kunnu vit aftur í størri mun lata russum svartkjaft í býti við tosk – og minni av makreli enn í árinum sum fer.
Kortini fáa russar í komandi ári 13.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi, samstundis sum føroysku toska-og hýsukvoturnar í russiska partinum av Barentshavinum eru øktar við tilsamans 27% í mun til avtaluna í ár.
Eftir teirri nøgd av makreli, sum Føroyar aftur í 2012 fara at lata russum, tó at nøgdin er út við ein helming minni enn í ár, kundi líkt verið til, at Føroyar neyvan vænta semju um makrelin í hesum umfari heldur.

Vánalig útlit
Eftir gamla og søguliga býtinum kundu Føroyar fiska eini 15.000 tons av makreli, og tá Føroyar longu nú hava latið russum 13.000 tons at fiska í 2012, er neyvan líkt til, at Føroyar fara at ganga við til nakra avtalu við hini strandalondini, ES, Noreg og Ísland, sum líkist tí, ið gamla býtið gav.
Og so er spurningurin, hvussu langt ES og Noreg vilja fara, men bláoygt man vera at ímynda sær, at føroyski prosentparturin, sum eftir gamla býtinum lá um 5%, verður nógv meiri enn tvífaldaður – í fyrsta umfari, um so er, at Føroyar yvirhøvur vilja undirskriva eina slíka avtalu.