Makreltrætan kostar dønum nógvar milliónir og arbeiðspláss

Ósemjan um makrelin ger, at donsk skip sleppa ikki í norskan sjógv at fiska, og tað kostar donsku fiskivinnuni nógvar milliónir og arbeiðspláss uppi á landi

Árni Joensen
--

Danskir fiskimenn kenna seg sum gíslar í makreltrætuni. ES hevur kunngjørt, at sam­veldið fer ikki at gera nakran fiskiveiðisáttmála við Noreg fyri 2014, fyrr enn semja er fingin við føroyingar og ís­lend­ingar um makrelin. Hetta ger, at kvoturnar í Norð­sjónum og Skagerrak eru ikki ásettar enn, og tí sleppa donsk skip ikki hagar at royna.
– Tað er ósømiligt, at fiski­menninir í Norðsjónum og Skagerrak skulu vera gíslar í einum stórpolitiskum spæli um makrel, tí makrelurin hev­ur einki við tann van­liga fiskiskapin at gera, sig­ur formaðurin í danska fiski­manna­felagnum, Svend-Erik Ander­sen, við Nordjyske Stifts­tidende.

Einki arbeiði
Støðan sæst aftur í fiski­vinnuhavnunum í Norður­jút­landi. Vanliga plagar fiskamarknaðurin í Hanst­holm at selja millum 150 og 200 tons um dagin, men higartil í ár hevur markn­að­urin fingið nógv minni fisk enn vanligt.
Tað hevur millum annað havt við sær, at 60 arbeiðsfólk hjá virkinum Hesselholt Fisk sita við hús, tí virkið fær alt ov lítlan fisk, og sambært stjór­anum kann hetta fáa álvarssamar avleiðingar.
– Fáa vit ongan fisk, missa vit eisini okkara keyparar, og sum er bendir einki á, at vit sleppa í gongd fyribils, sig­ur Ingeman Andersen við norð­ur­jútska blaðið.

Missa 150 milliónir
Tey donsku uppsjóvarskipini missa eisini nógvar pengar orsakað av makreltrætuni, tí tey sleppa ikki í norskan sjógv at royna.
– Vanliga plaga skipini at fiska sild fyri millum 50 og 60 milliónir krónur í norsk­um øki aftan á nýggjár, men hesa inntøkuna hava skip­ini mist í ár, sigur stjórin í Danmarks Pelagiske Pro­du­cent­organisation, Esben Svend­rup-Jensen, við Nord­jyske Stiftstidende.
Sjálvur metir hann, at makreltrætan við føroyingar og íslendingar fer at kosta danska fiskiflotanum upp ímóti 150 milliónum krónum í ár.