Makreltrætan kann fáa skotar at loysa frá Onglandi

Ósemjan millum ES og Noreg øðrumegin og føroyingar og íslendingar hinumegin um makrelin kann gagna sjálvsstýrisflokkinum í Skotlandi

Tað heldur í hvussu er Charles Clover, sum er í ferð við at gera ein film um ovurfiskiskapin í Evropasamveldinum. Í samrøðu við bretska blaðið Times sigur hann, at við makreltrætuni í hondini kann formaðurin í skotska tjóðskaparflokkinum, Alex Salmond, vísa skotum, hvussu umráðandi tað er, at landið fær sjálvræði.

Skotski tjóðskaparflokkurin fekk eitt sera gott úrslit á valinum herfyri og fekk meiriluta í tinginum í Edinburgh. Men sambært Charles Clover eru skotar kortini ikki serliga sinnaðir at kvetta við bretska kongaríkið, og tí má Alex Salmond egna við onkrum serligum, og her er makreltrætan gott agn. Við henni kann hann vísa á, at við egnum avgerðarrætti kunnu skotar betur tryggja egin vinnuáhugamál.

Hinvegin kann makreltrætan eisini gagna bretska forsætisráðharranum, David Cameron. Eydnast tað honum at loysa trætuna við føroyingar og íslendingar, kann hann vísa skotum, hvussu nógv London hugsar um teir. Spurningurin er bara, hvør verður tann fyrri - Alex Salmond ella David Cameron, sigur Charles Clover við Times.