Íslendski vinnumálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, sum eisini umsitur fiskivinnumál, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Ísland fer at leggja makreltrætuna fyri Altjóða Havrættardómstólin at taka støðu til, um tað ikki ber til at fáa eina semju. Hann sigur við Morgunblaðið, at møguleikin at leggja málið fyri Havrættardómstólin er til kanningar í vinnumálaráðnum.
Fyrrverandi forsætisráðharrin Þorsteinn Pálsson hevur skotið upp, at íslendingar senda Havrættardómstólinum makreltrætuna við ES og Noreg.
Steingrímur J. Sigfússon, sigur, at íslendingar mugu hugsa seg væl um, áðrenn teir velja at ganga undir ein úrskurð, sum teir ikki kunnu vita avleiðingarnar av frammanundan.
-Eg vil ikki útiloka møguleikan, men eg vil heldur ikki siga, at tað verður gjørt, sigur íslendski vinnumálaráðharrin við Morgunblaðið.