Makrelstovnurin er nógv minkaður

Makrelstovnurin er minkaður 40 prosent, norðhavssildin 24 prosent og svartkjafturin 11 prosent. Tað er niðurstøðan í árligu kanningini hjá útnorðurlondunum og Danmark, sum er gjørd í landnyrðingspartinum í Atlantshavinum frá 30. juni til 6. august.

 

Kringvarp Føroya, sum endurgevur íslendsku havrannsóknarstovuna, sigur, at makrelstovnurin í ár er 6,2 milliónir tons í mun til 10,3 milliónir tons í fjør. Hann er tí 30 prosent minni í ár enn miðaltalið fyri undanfarnu fimm árini.

 

KVF sigur, at niðurstøðan bleiv handað ICES í gjár, og at ICES kemur við sínum tilmæli um uppsjóvarfisk 28. septembur.