Makrelstovnurin – 10 mió. ella 2,5 mió. tons?

Alfred Olsen, Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
----

Eru norðulendsku kanning­arnar rættar og hava norsku fiskifrøðingar rætt?
Kanningarnar, sum Før­oy­ar, Ísland og Norra hava gjørt í ár, vísa allar, at ong­an­tíð hevur verið so nógvur makrelur í hesum øki­num sum nú. Ja, norskir ser­frøð­ingar meta, grundað á kann­ing­arnar hesi 2 seinastu árini, at makrelstovnurin er 8,8 mió. tons og at henda ovur­stóra nøgdin av makreli flytir seg longur norður- og vestur­eftir, enn fyrr.
Men, hví er ES ikki við í hes­um kanningum og hví er ES ikki sinnað at gera líkn­andi kanningar í teirra havøki yvirhøvur. Í seinastu viku kundu skip, sum royndu í ES-sjógvi staðfesta, at har var ongin makrelur, men at tað sindri, sum teir fingu, var móti tí føroyska markinum. 

Støddin á makrel­stovninum
ICES metir makrelstovnin at vera 2,5 mió. tons og kvot­urnar eru ásettar eftir hesum, meðan kanningar hjá Norra, Føroyum og Íslandi í ár vísa, at stovnurin er 8,8 mió. tons, og harvið ikki langt frá tí, sum norski havgranskarin Jens Chr. Holst hevur víst á, at makrelstovnurin er 3 til 4 ferðir størri enn serfrøðingar hjá ICES hava hildið hann vera, soleiðis at stovnurin ístaðin fyri at vera 2,5 mió. tons er umleið 10 mió. tons.
Eg vóni tí, at ICES, sum í hesum døgum fundast um og viðgerð fiskastovnarnar, ásetur eina kvotu, ið er sam­svarandi tí støddini á makrel­stovninum, sum hesar kann­ingar vísa.

Føðin hjá makrel­stovninum
Er tað rætt, sum fiskifrøð­ing­ar siga, at hesin ovurstóri makrelstovnurin tømir havið fyri føði og er makrelurin, sum hjá okkum hevur staðið “í klettin”  alt summar, ein hótt­an móti verandi fiska­stovn­um og fuglalívi við Før­oy­ar?
Er tað rætt, at tann stóri makrelstovnurin er orsøk til, at nógv sild er deyð í hungri í norskum sjógvi síð­an 2009, og at tann veldugi makrelstovnurin nú í stremb­anini eftir føði, hevur broytt ferðamynstur, so hann kemur longur vestur- og norður­eftir, orsakað av hitanum og føðini í sjónum, so er hetta í samsvari við tað, sum vit hava upplivað í havøkinum rundan um Føroyar hesi seinastu árini, har alt havið um Føroyar, hevur kókað av makreli og sild.
Tá veruleikin nú er hesin í føroyskum havøki, so kunnu vit vænta, at hesin skjótt vaks­andi makrelstovnur kemur at hava við sær, at okk­ara verandi margfalda lív­­frøðiliga skipan fer úr spóna­­lag­num.
Vísandi til tað, sum Norska Havforskningsinstituttet sigur sum fakta um makrelin, at “hann lever av plankton, fiskelarver og småfisk”, so er makrelstovnurin tann veru­liga hóttanin móti hýsu- og toskastovnunum v.m. undir Føroyum - og ikki verandi veiðitrýst. 

Hvat er at gera?
Er tað rætt, tá fiskifrøðingur vísur á, at bara tvinnir kostir  eru í at velja, fyri at lívbjarga øðrum fiskastovnum. Annar er at fiska makrelstovnin niður á eitt burðardygt støðið og hin er, at lata standa til og lata skipanina kollapsa, og lata niðurbræðingina av verandi botnfiskastovnum halda fram, og síðani fara undir royndir at byggja fiska­stovnarnar upp aftur av nýggjum.
Vit eiga sjálvandi at fiska burðardygt og fiska meira burtur av makrelstovninum enn higartil, og tí eru tað vit føroyingar, sum hava bor­­ið okkum rætt at í fiski­skap­inum eftir makreli, bæði í mun til verandi fiska­stovn­ar og fyri at halda makrelstovnin á  einum burðardyggum støði, og ikki sum vit verða skuldsettir fyri, at ovurfiska og harvið oyða makrelstovnin.

Revsitiltøk móti Føroyum
Er tað rætt, at ICES við einari skeivari stovnsmeting og harvið skeivari ráðgeving viðv. kvotuni av makrelinum, hevur fingið londini rundan um okkum at stempla Føroyar sum teir, ið  ovurfiska og harvið oyða makrelstovnin, tá veruleikin er, at Føroyar við at gera tað, sum er rætt í okkara sjóøki, rætt er móti okkara fiskiflota og sum er bæði rætt og neyðugt fyri at verja og varðveita øko-skipanina, nevnliga at fiska eina størri nøgd av makreli, nú verða boykottaðir av ES og Norra, so er tað alneyðugt, at fáa hetta broytt.
Tí skulu vit brúka alla okkara orku og vitan uppá at prógva yvir fyri okkara granna-londum og ICES, at veruleikin er ein annar enn ICES higartil hevur hildið, bæði tá talan er um støddina á makrelstovninum og tá talan er um ferðingarmynstri hjá makrelinum, tí allar kann­ingar vísa, at tann stóri makrelstovnurin hevur broytt ferðamynstur vestur­eftir til Føroyskt, Íslendskt og Grønlendskt sjóøki og norður­eftir til Norskahavið  og Barents­havið.
Vónandi  verður stað­fest­ingin av broytta ferða­mynstrinum og úrslitini av teimum kanningum, sum norðanlond hava  gjørt viðv. makrelstovninum, funda­mentið fyri eini áseting av heildarkvotuni. Síðani kann hetta skapa grundarlag fyri eini semju millum øll stranda­londini um eina av­talu um makrelin og sildina, sum øll eru nøgd við og sum vónandi kann hava við sær, at revsitiltøkini móti Før­oy­um verða avtikin.