Danski fiskimálaráðharrin, Dan Jørgensen, skal nú svara einari røð av spurningum um makrelsemjuna og tær avleiðingar, sum hon kann fáa fyri Grønland. Tað er grønlendska fólkatingskvinnan Sara Olsvig, sum spyr.
Hon vísir á, at sambært semjuni millum ES, Noreg og Føroyar kunnu hesir partarnir ikki fáa lut í teirri grønlendsku makrelkvotuni, sum er uttan fyri semjuna. Sara Olsvig spyr tí ráðharran, hvønn týdning semjan fer at fáa á møguleikarnar hjá Grønlandi, sum fyrr hevur gjørt avtalur við ES-skip um at fiska makrelin.
-Eg kvíði fyri, at semjan tænir ikki grønlendskum áhugamálum. Fyri Danmark er tað ein trupulleiki, um talan er um eina semju, sum er til gagns fyri Føroyar, men til ógagns fyri Grønland, sigur fólkatingskvinnan við grønlendska kringvarpið.
Tí vil hon hava Dan Jørgensen, fiskimálaráðharra at greiða frá, hvørjar avleiðingar stjórnin heldur semjuna fáa fyri Grønland.