Høgni Hoydal váttar, at Tjóðveldi hevur havt tríggjar fundir við samgonguna um vikuskiftið, men hann vísir aftur, at Tjóðveldi verður stuðulsflokkur hjá samgonguni. - Vit hava tosað um nøkur ítøkjulig mál, sum hava týdning - og sum hava týdning fyri Tjóðveldi at fáa framd, og eitt teirra er markrelbýti, sigur Høgni Hoydal við Rás2.
Hann vísir á, at hetta er eitt gylt høvi at gera nakrar langtíðar semju - tað sum tey í øðrum londum kalla »forlík«. Semjur, sum eru bindandi fyri flokkar tvørtur um valskeið, og sum skulu sigast upp, um tær ikki skulu haldast.
? Vit tosa als ikki um valskeið ella um at stuðla samgonguni ella um at lova ikki at stuðla einum misálitisuppskoti. Løgmaður kann útskriva val, tá hann hevur hug, sigur Høgni Hoydal, og hann vísir á, at hetta eisini er eitt gylt høvi at fáa nýggjar spælireglar inn í føroyskan politikk.










