Uttast liggur Beinur og landar 850 tons av makreli til Varðan Pelagic, og umborð eru fimm tvørámenn. Fólk, sum starvast hjá Tvøroyrar kommunu, hava vitjað á bryggjuni í morgun, og her hittu tey 1. meistaran, Helga Eysturberg á Beini, sum greiddi frá, hvar teir hava fiskað á túrinum.
Innast á havnalagnum liggur snotiliga, Astrid. Her sæst beinanvegin, at sniðið er av nýggjum slag, tí skipið er mest líkt einum ferðamannaskipi at síggja. Linjurnar eru sera vakrar og nútímans, og tú hevur ilt við at skilja, at hetta er eitt fiskiskip.
- Vit prátaðu við maskinmannin, Ólav Debess í morgun. Hann sigur, at teir eru komnir inn við umleið 2000 tonsum av makreli, sum er veiddur undir Hetlandi, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Astrid er øðrvísi at lýta á, og tí er upplagt at spyrja, hvussu skipið hevur roynst manning og reiðaríi, síðan tað kom í august 2022?
- Ólavur Debess sigur at skipið hevur roynst heilt væl. Umstøðurnar eru framúr góðar hjá manningini, og skipið er sera gott í sjónum. Hann sigur eisini, at ikki minst í illveðri er gott at vera umborð á slíkum skipi, tí tað uppførir seg so væl í sjónum.
Teir hava ikki tikið avgerð um, hvar teir fara, tá liðugt er at landa til Varðan Pelagic, men mest sannlíkt verður farið at leita eftir svartkjafti.
Rógvi Thorsteinsson, havnarstjóri, sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at í løtuni er úr at gera á havnalagnum. Millum bæði uppsjóvarskipini liggur eisini 97,6 metrar langa farmaskipið, Silver Breeze og tekur ímóti fiski frá Varðanum Pelagic.
- Væntandi liggur Silver Breeze einar tveir dagar aftrat, áðrenn teir halda leiðina fram. Í løtuni veit havnarstjórin ikki, um fleiri størri skip eru ávegis, men hetta kann skjótt broytast, tá eitt so stórt virki sum Varðin Pelagic liggur á havnarlagnum.
Meira um tað, sum hendir á Tvøroyri í dag, kann lesast á www.tvoroyri.fo