Makrelpengar fíggja Portal.fo

Tað hevur verið gitt leingi – men verður tað váttað av P/F Varðanum, at tað er uppsjóvarfelagið í Gøtu, sum eigur í og fíggjar portal.fo

Tað hevur verið gitt leingi – men verður tað váttað av P/F Varðanum, at tað er uppsjóvarfelagið í Gøtu, sum eigur í og fíggjar portal.fo

 

Tað var beinanvegin, at mistanki var um, at tað vóru fólk í uppsjóvarvinnuni, sum stóðu aftan fyri keypið av Portal.fo, sum Føroya Tele seldi fyri 5,5 milliónir krónu á sumri í 2013.

 

Tá Poul Hansen, advokatur, seinni sama árið tók við sum nevndarformaður, eftir at 1,7 milliónir krónur vórðu tilførdar felagnum uttanífrá, spurdi in.fo Poul Hansen tann 20. desember í 2013, hvør tað var, sum hevði sett pengar í felagið, og hvønn hann umboðaði í nevndini. Poul Hansen vildi einki siga um tað.

 

– Nei, tað havi eg onga viðmerking til, segði Poul Hansen.

 

Hann vildi ikki upplýsa nakað um ognarskapin í Knassum og harvið Portalinum. Heldur ikki hóast talan er um ein fjølmiðil, og fjølmiðlar vanliga byggja á trúvirði og opinleika.

 

Poul Hansen, advokatur, segði við in.fo, at hann ikki var samdur í, at tað hevur nakra ávirkan á trúvirði hjá Portalinum sum fjølmiðil, at ognarskapurin í felagnum er loyniligur.

 

In.fo vísti á, at eftir fíggjarkreppuna í Íslandi fingu fjølmiðlarnir sín part av ábyrgdini, tí teir í stóran mun vóru keyptir upp av vinnulívinum, sum ikki vildi hava tey at skriva kritisk tíðindi um júst vinnulívið.

 

Og tað var júst í 2013, at Portalurin sum einasti miðil sendi fólk við føroysku sendinevndini, sum fór til Londan at samráðast um makrelkvotuna. Tá var gitt, at tað mátti vera onkur við áhugamálum í uppsjóvarvinnuni, sum átti í og fíggjaði Portalin, hóast Poul Hansen einki vildi siga um tað.

 

– Nei, eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í hesum. Eru tíðindini saklig, so er væl líka mikið, hvør eigur, var stutta svarið frá advokatinum og vinnulívsmanninum.

 

Men nú staðfestir P/F Varðin í Gøtu, sum hevur eina eginogn upp á 760 milliónir krónur, at tað er hetta felagið, sum er fíggjarliga grundarlagið undir Portal.fo. TRÝST HER (á síðu 6)

 

Sambært yvirliti í ársroknskapinum hjá P/F Varðanum, so eigur felagið 33,3 prosent av felagnum.

 

Sambært ársroknskapinum hjá P/F Knassum, so hevur P/F Varðin sett 120.000 krónur í partapeningi í felagið til kurs 1388,89. Tað gevur 1,67 milliónir krónur. Sambært sama roknskapi er »skuld til atknýtt virki« 3,6 milliónir krónur, sum kann vera lán frá P/F Varðanum til P/F Knassar. Tað framgongur eisini, at felagið ikki rindar niður av hesi skuld frá atknýtta virkinum.