Í dag klokkan18 verður sjómansmøti í missiónshúsinum á Selatrað.
Eitt, sum ger hetta møti forvitnisligt, er, at eitt evni á tí verður, at tey fara at vísa ein søguligan film, sum er upptikin á gamla Tróndi í Gøtu, har hann er til fiskiskap eftir makreli.
Makrelurin var avreiddur í Noregi og filmurin vísir eisini arbeiðið inni á makrelvirkinum, sum óivað er líknandi arbeiðið sum nýggja uppisjóðarvirkið, sum P/F Varðin Pelagic byggir á Tvøroyri, skal gera.
Annars fer Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, at tala, og at siga frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini og harumframt verður eisini ein drekkamunnur, eins og tey fara at savna pengar saman til Sjómansmissiónina.