Jákup situr i Tinganesi,
Roynir makreli at stýra.
Krógvar seg á løgmansvesi:
Gegnið er forstýrað.
Teljast kunnu dagarnir,
Tá eg sleppi í Nesið:
Sita har og fiska murt,
Og annars ganga á vesið.
Ganga har og pilka nøs,
Gera lítið til nyttu,
Skola niður og hála upp
Í mína egnu splittu.
Jákup stýrir makrelinum
Við so góðum hegni:
Holið havi eg latið upp,
Nú manglar mær bert gegnið.
Jákup er í døpurhuga:
Hvat skal gerast tá?
Antin má eg bakka út
Ella skifta svág.
Jákup er í døpurhuga:
Hvat kann gerast nú?
Um eg ikki bakki út,
Má svágur skifta frú!
Jákup stendur á Nesinum,
Hendur fram á disk:
Nær er best at rýma út,
Nú alt er farið í fisk?
Kanska er ikki alt forspilt,
Sleppi eg upp á turt,
Greiða man eg gøluna,
Eg havi so góðan spurt!
Seinast nakar Jákup sá
Við sínum síða veli
Stóð hann norði á Kósini
Og kikaði eftir makreli.
--------
Japetus 26.01.2012










