Jan Haldansen, Vestmanna
------
Hvat merkir yvirskriftin, jú hon greiður okkum frá, hvussu gongdin er og hevur verði innan fiskivinnuna seinastu mongu árini.
Nú um daganar vilja allir hava makrel og hvat so? Eina aðruferð skuldu okkara skip fiska so nógvan svartkjaft sum møguligt, hetta fyri at skapa landinum søgulig rættindi, tá kvota skuldi ásetast, hvussu er skilið nú hjá svartkjaftinum? Toskurin á Føroya Banka minnast vit øll. Har bleiv fiskað og fiskað inntil einki var eftir, og nú síggja vit úrslitið av tí ránsveiðuni, eingin toskur eftir. Soleiðis kann ein blíva við og við og skriva um hendingar, sum ikki hava nakað annað til endamáls, enn at fáa/skapað sær sjálvum løtuvinning. Tað ringasta av øllum er, at politiska skipanin hevur spælt við allan vegin.
Fiskivinnan: Hvat ætlað vit at gera við okkara høvðusvinnu, skal vinnan regulerað seg sjálvan? skal politiska skipanin koma við eini langtíðar plan? ella skal tað verða sum nú?
Niðanfyri eru listaðir nakrir spurningar upp, sum kunnu skapað eitt kjak innan okkara høvðusvinnu og kanska okkara politikkarar hava eina meining um spurninganar :
Hvussu nógv skip skulu vit hava í okkara skipan?
Hvussu nógvar skipabólkar skulu vit hava?
Skulu vit framvegis hava djúvatntrolarar (hvussu nógvir av hesum trolarum fiska á djúpum vatni í dag, ein, tveir ella tríggir?. Er tíðin ikki farin frá okkum , við at hava henda skipabólk)?
Hvat við langfara skipunum í Barentshavinum. Tað sum landi gevur teimum um árið, kann tað ikki virðisøkjast á ein annan hátt? Hvat er prísurin á einum ferskfiska flaki mótvegin einum saltfiska flaki til dømis? Hvussu nógv av brutto vektini mótvegis netto vektini kemur uppá land? kunnu okkara línuskip kanska skapað eitt størri viðrið úr kvotuni heldur enn flakatrolaranir?
Hava vit brúk fyri trolbátum á Landleiðuni ( Er tíðin komin til annan veiðuhátt, so sum smáar garnabátar ella bumbátar)?
Er møguleiki í Føroyum fyri at veiða upsa við nót?
Er møguleiki fyri at hava smá uppisjóðarskip sum fiska nærri landi enn tey vit hava í dag?
Loysir tað seg at gjalda (fisk) til onnur lond aftur fyri ymisk veiðurættindi í teirra økjum?
Er tíðin ikki komin, har tað verður ásett við lóg, at alt frá fiskinum skal uppá land í Føroyum, soleiðis at aðrar vinnur kunna gera gagn av hesum og harvið kunnu skapa eitt virðið og aðra vinnu?
Er tíðin ikki farin frá ferskfiska veiðu?
Er tíðin ikki komin til at vit byrja at frysta umborð á okkara skipum, soleiðis at ein veiðuætlan til skipini og virkini á landi kann gerast?
Vilja virkini á landi ikki heldur hava frystan fisk heldur enn ferskan (soleiðis at tey kunnu betur planleggja teirra framleiðslu. Hvussu ferskur er egentliga ein fiskur sum hevur ligið í einum fiskakassa í 9 dagar mótvegis einum fiski sum er frystur 4-6 tímar eftir hann er veiddur)?
Skuldi ikki allur uppisjóðarfiskur verði fiskaður til matnað?
Hvat skulu vit framleið burturúr okkara fiski. Skulu vit ikki royna at skapa eitt maks viðrið úr ráðvøruni (hvussu er tað í dag)?
Er tíðin ikki komin til sjálvransakan og hugsa kritiskt og kreativt, har landi fer at gjøgnumganga tey virðini landi hevur og hvussu kunnu vit skapa eitt enn størri virðið úr rávøruni enn tað verður gjørt í dag.
Mín persónliga meining til omanfyri nevndu spurningar er:
Landi ásetur við lóg beinanvegin, at alt sum fiska verður skal koma uppá land. Tað vil siga, at innvølurin kemur uppá land til tey sum kunnu gagnnýta hann sum best og harvið verða nøkur arbeiðpláss eisini skapt.
Djúpvatnstrolaranir skuldi deilvíst verði avtikin og restin fingið møguleika fyri at fiska av kvotuni í Barentshavinum.
Trolbátanir á landleiðuni skuldu fingið eitt slag av kompensatión/upphøggingarstuðuli, soleiðis at skipini minkaðu í tali, og teir eftirverandi kundu keypt sær onnur skip til fiskaskap av uppisjóðarfiskið innanfyri 12 fjóðringar og somuleiðis veitt upsa við nót tá tann fiskiskapurin stóð uppá.
Skipini í Barntshavinum skulu vera vekk úr Barentshavinum innan eina periodu uppá 5 ár, soleiðis at heimaflotin kann gera seg tilreiðar at fara eftir tí føroysku kvotuni í Barentshavinum. Langfaraflotin kundi eftir hetta troytt allar teir møguleikar føroyingar hava á fremmandum leiðum, uttan Barentshavið.
Partrolarar og línuskipini skulu gera seg út til at frysta umborð. Eg trúgvi uppá at tað er vegurin fram og um partrolaranir og línuskipini høvdu partar av Barentshavinum aftruat, tí teir hava í dag, so eri eg sikkur uppá at tað kundi blivi meiri lønandi fyri skipini og landi.
Skipini sum fiska Gulllaks, skuldu verði tikinum út úr tí bólkinum teir eru í, í dag. Teir skuldu útgjørt seg soleiðis, at teir bert fiskaðu uppisjóðarfisk. Helvtina av árinum Gulllaks og hina hevlvtina Sild og Makrel.
Tíðin er farin frá ferskfiskaveiðu hjá línuflotanum, garnaskipum og trolaraflotanum. Hyggja vit eftir teimum í Norra, so er næstan allur flotin hjá teimum bygdur soleiðis, at teir frysta umborð og tað er nokk heldur ikki ein ógrundað loysn. Virkir og skip fáa soleiðis planlagt teirra fiskarí og framleiðslan á landi fær somuleiðis betur tillaða seg eftirspurninginum á marknaðinum.
Skip undir 15 tons skuldu fiska frítt. Her er tað veðrið sum avgerð hvussu nógv teir eru til fiskarí og somuleiðis kann landi avmarka fiskileiðinar við at steingja ymisk økir í ávís tíðarskeið. Hesin bólkurin skuldi verði tann einasti sum avreiddi ferskan botnfisk, burtursæð frá upsaveiðu við nót.
Ein skipabólkur við smáum uppisjóðarskipum (max. lastikapasitet 150-200 tons) skuldi verði stovnaður. Teir skuldu fingið møguleikan at fiska tann uppsjóðarfiskin sum var innanfyri 12 fjóðringar. Teir skuldu eisini fingið møguleikan fyri at veitt upsa við nót og síðani landa hann ferskan.
Skipabólkurin, ?dnaðarskip, sum einaferð fekk upphøggingarstuðul skuldi verði totalt avtikin. Hesin bólkurin er av landinum avtikin, men onkur skip eru framvegis eftir og nú má landi bara fáa avslutta hendan kapitulin, engang med alla.
Ein sum fær eitt veiðuloyvið/fiskidagar, skuldi minimum brúkt 75 % av døgunum honum er tillutað. Um hetta ikki var respektera, so skuldi land mótroknað 10 % av døgunum til næsta fiskiár. Tey prosentini sum landi so inndróg við tíðuni kundi skapt eitt nýtt veiðuloyvið, tá hetta kom uppá 100 % av døgum á inniverandi fiskiárið. Soleiðis kundu nýggj loyvir verði skapt, við tað at onnur loyvir vera minkaði og harvið kemur hetta at áleggja teimum sum hava veiðuloyvið eina ávísa brúksskildu, so at teir ikki missa til næsta fiskiár.
Eitt fiskiloyvið skuldi verði x-dagar á innaruleið og x-dagar á ytru leið. Ikki sum í dag, har skip kunnu veiða 3 dagar á ytru leið fyri ein dag á innaru leið.
Ein reiðari skuldi ikki kunna átt meiri enn 25% av skipunum/loyvunum í hvørjum skipabólkið sær.
Útlendskur kapitalur skal verða vælkomin, men aldrin meiri enn 49 %. Tað skal til ein hvørja tíð verða føroyskur meirlutið í eigaraskapinum.
Um mítt upplegg kundi blivi veruleiki, so hevði hetta komi at kosta eitt sindur fyri ymiskar reiðarar og landinum nakað. Men hava vit ráð at lata vera við einki at gera, eg haldi ikki. Hvat kostar tað í dag, við einki at gera og bara lata sum luft, har útlendingar styra okkara flota. Nei, tað er bert at bróta upp um ermar, kvinnur og menn, og gera tey neyðugu tiltøkini. Rópini og brotasjógvanar frá ymisku reiðaranum skulu nokk leggja seg aftur, tá teir síggja meiningina og framburðin tað kann gera fyri teir sjálvar og flotan.
Eg haldi og nógv við mær, at her er nakað at hugsa um hjá øllum sum vara av okkara høvðusvinnu og serlig kanska tann politiska skipanin.