Talan er um eina savnsfløgu við nítjan løgum, sum eru spæld av ymiskum íslendskum bólkum. Makrel er einasti útlendski bólkurin á fløguni. Fløgan verður nevnd Dordingull.com, og vørumerkið er tungur rokktónleikur.
Lagið hjá Makrel, sum er á fløguni, varð tikið upp á eini konsert í Íslandi. Konsertin var í einum ungdómshúsi í Reykjavík, og manningin varð tá spurd, um vildi vera við á hesi útgávuni. Konsertin var dagin eftir, at bólkurin hevði spælt í kappingini Músíktilraunir 2002, sum er tað sama sum Prix Føroyar, greiðir Rasmus Rasmussen, gittarleikari, frá. Lagið verður nevnt ?Mítt ljós?, og hetta er einasta lagið á fløguni, sum ikki kann bólkast sum heavy metal.
Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur bólkur er við á eini íslendskari fløgu. Tutl hevur áður givið út eina fløgu við íslendskum og føroyskum bólkum.
Hetta er samstundis fyrsta lagið hjá bólkinum Makrel, sum er við á eini útgávu.