Makrel og sild til royndir

3.500 tons av makreli og 500 tons av sild eru játtaðar sum royndarkvotur

 

 

Fiskimálaráðið skrivar á heimasíðu sínari, at ráðið hevur útlutað 3.500 tons av makreli og 500 tons av norðhavssild til fimm verkætlanir í sambandi við vinnuligar fiskiveiðiroyndir í 2014.

 
Kvoturnar eru útlutaðar sambært § 27 í kunngerð nr. 84 frá 4. juli 2014 um skipan av fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2014, sum broytt við kunngerð nr. 86 frá 25. juli 2014.

Játtaðu umsóknirnar eru hesar:

Ein verkætlan, sum skal menna kompressaraskipan (luftpumping) til smærri skip (2+1), reiðskap og skiljing av livandi sild og makreli í sjónum og umborð, hevur fingið tillutað 800 tons av makreli og 100 tons av norðhavssild.

 

Ein verkætlan, sum framhaldandi mennir pumpuskipan til størri skip (2+1) hevur fingið tillutað 200 tons av makreli og 100 tons av norðhavssild.

 

Ein verkætlan við skipi/skipum knýtt at minni uppsjóvarvirki hevur (aftur í ár) fingið tillutað 1500 tons av makreli og 200 tons av norðhavssild fyri at samskipa fiskiskap, landing, flutning og víðarigóðsking á landi og marknaðarføring

 

Ein tilsvarandi verkætlan við tveimum partrolarum (2+2) knýtt eisini at einum minni uppsjóvarvirki hevur fingið tillutað 700 tons av makreli fyri at samskipa fiskiskap, landing, flutning og víðarigóðsking á landi og marknaðarføring.

 

Ein líknandi verkætlan við 4 nótabátum knýtt at bæði einum landingarstaði og einum framleiðsluvirki (í aðrari oyggj) hevur fingið 400 tons av makreli og 100 tons av norðhavssild fyri at samskipa fiskiskap, landing, flutning og víðarigóðsking á landi og marknaðarføring.