Makrel í mánaðarfinalu hesa vikuna

Í farnu viku vunnu Makrel seg í mánaðarfinaluna í Nordic Band Unsigned kappingini, sum MTV og Samsung skipa fyri. Mánaðarfinalan er hesa vikuna.

Hesa vikuna royna Makrel seg ímóti teimum átta bólkunum, sum seinastu tríggjar vikurnar hava vunnið sær veg í mánaðarfinaluna: ATN, ATONIC, Coin, Frank Iversen, Madrigal, Molotov, Sister Sin, True Confession. Hvørjir av hesum bólkum skulu í finaluna, har møguleiki er at vinna ein útgávusáttmála, eru tað tey, sum vitja síðuna, sum avgera. Til ber at fara inn á www.nordicunsigned.com og atkvøða eina ferð um døgnið.

Fegnast um stuðulin
Ári Rouch, sangari í Makrel, sigur við Sosialin, at hann er ótrúliga glaður fyri stuðulin, teir hava fingið frá føroyingum. Makrel fekk næstan helvtina av atkvøðunum, og tað er flott. Hann ivast ikki í, at tær flestu av hesum atkvøðum vóru føroyskar.
Teir meldaðu seg til kappingina, tí tað var so øgiliga lætt. Tað kundi gerast við at upploada eitt lag á eina heimasíðu. Teir høvdu eina góða upptøku av lagnum ?Forever and Beyond" frá hálvfinaluni í Suðuroy, og føroyingar høvdu tikið tað til sín, so hví ikki royna.
Rasmus Rasmussen gittarleikari í bólkinum sigur, at teir eru ovfarnir av, hvussu góð viðmæli, ið teir hava fingið aftan á Prix Føroyar. Tá teir meldaðu seg til, vóru teir í iva, um løgini vóru nóg góð. Men móttøkan varð betri, enn teir høvdu tora at droymt um.
Teir høvdu enntá hugsa um ikki at hava sangin "Forever and Beyond" við á Prixnum. Sambært Ára Rouch var ein úr bólkinum beinleiðis ímóti, at teir spældu hann. So teir høvdu als ikki væntað, at hann skuldi gerast nummar eitt fyrst á 15 teimum bestu, og síðan í innleiðandi kappingini í Nordic Bands Unsigned.
Bólkurin hevur enn dreymin um at gera um seg uttanlanda. Men enn hava teir hvørkið management ella bookingfelag. Í summar spæla teir á tveimum festivalum og fara síðan til Noregs og Danmarkar at spæla. Í august ætla teir sær aftur í upptøkuhølið.