Makrel í jólagávu

Rouch sangari í Makrel sigur við sosialin, at nýggja fløgan verður væntandi í handlunum um jóltíðir, og at enn er einki avgjørt um konsertir í hesum sambandi, men um tað verður so verða tær onkuntíð í 2006.

Ári sigur, at teir eru sera væl nøgdir við upptøkurnar, sum eru gjørdar í Studio Trondheim. Eitt upptøkuhøli í Trondheim, sum hevur sergrein í rokk tónleiki, hip hop og r´n´b. Conor Patrick, sum er hálvur normaður og hálvur íri hevur tikið fløguna upp, og fer væntandi at ljóðblanda hana.

Makrel hava tikið 12 løg upp, og hava enn ikki avgjørt hvørji skulu á fløguna, løgini eru rættuliga long, og teir velja væntandi eini 9 ella 10 teirra út til útgávu.

Millum løgini eru Forever and Beyond, og hini løgini, sum Makrel spældi á Prix Føroyum.

Sum nú er, liggja Makrel á fyrsta plássi í kappingini um at gerast vinnari av kappingini Nordic Bands Unsigned, sum MTV og Samsung skipa fyri.

Vinna teir kappingina, verður stakfløgan Forever and Beyond útgivin í øllum Norðanlondum við góðari marknaðarføring. Hetta kann uttan iva hjálpa søluni av nýggju fløguni væl.

Enn ber til at atkvøða á www.nordicunsigned.com.