Makrel á Jóansøkufestivali

Nú sæst so smátt ein byrjan til skránna fyri ætlaða jóansøkufestivalin. Skotbráið er stutt og nógv er tengt at stuðlinum, sum kommunur og onnur lata tiltakinum, men fyrireikararnir hava góðar vónir um at tað eydnast at stápla eitt virðiligt aftursvar uppá beinini, nú sandoyingar ætla at skipa festival á jóansøku

 
Eitt av nøvnunum, sum hevur játtað at vera við á jóansøkufestivalinum, sum verður á Tvøroyri í ár, er Makrel.
                      Bólkurin gjørdist rættiliga væl umtóktur eftir luttøkuna í Prix Føroyum og er við á 15 teim bestu í ÚF.
                      Umframt Makrel er greitt, at fleiri av fremstu føroysku troubadurunum vísa jóansøkufestivalinum áhuga, samstundis sum arbeitt verður við at fáa til vega útlendska luttøku.
 
Bjarga jóansøkuni
Fyrireikararnir leggja dent á, at tiltakið er ikki bert í ár og ikki bert á Tvøroyri, men eitt jóansøkutiltak, sum er galdandi fyri Tvøroyri og Vág og alla oynna annars. Tiltakið skal gerast afturvendandi.
                      - Tiltakið er í veruleikanum ein roynd at bjarga jóansøkuni, nú onnur tykjast áhuga í at leggja tiltak um somu tíð aðrastaðni í landinum og sostatt fara avstað við jóansøkuni. Eydnast tað at skapa siðvenu við nýggja tiltakinum, so kann jóansøkan pakka saman. Tí vóna vit, at kommunurnar ? allar sum ein ? taka undir við ætlanini, tí uttan stuðul verður neyvan nakar jóansøkufestivalur, sigur fyrireikingarbólkurin, sum hevur limir úr Vági og av Tvøroyri.                      Enn vilja teir ikki út við, hvørji útlendsk nøvn teir hava í huga,men arbeitt verður hart fyri at fáa okkurt útlendskt navn hendavegin, skilst.