Makrel kom hesa vikuna beint inn á fyrsta pláss á sølulistanum hjá 3aranum við nýggju fløguni Transcend, ið kom út seinasta mánadag. Á fløguni er millum annað stóra Prix Føroyar hittið Forever & Beyond, ið er nógv kendasta lagið hjá bólkinum, og lá ovast á 15 teimum bestu í fleiri vikur.