Makrel er Makrel

Makrel fara ikki á pall fyri at royna at kóka eina suppu, ið dómarar og áhoyrarar vilja hava. Makrel er Makrel, tað hvørki kunnu ella vilja teir í bólkinum broyta. Bólkurin hevur broytt stíl og hevur ætlanir um fløgu og at royna seg í útlondum

Makrel

Um tær ikki dámar makrelsuppu, so er kanska best at læsa oyragangirnar ta løtuna Makrel fara á pall til Prix Føroyar 2005. Makrel hava broytt stíl, men Makrel er Makrel, staðfestir guitarleikarin Rasmus Rasmussen.
- Vit hava vant nógv og hava gjørt nógv nýggj løg. Stílurin er ikki hin sami. Løgini eru tyngri og vit hava betri tamarhald. Løgini eru longri og eisini djúp. Vit royna nýggjar leiðir, sigur Rasmus.
Nakrar útskiftingar vóru eitt skifti í bólkinum, men menninir komu aftur, og tað fegnast Rasmus um, hóast avloysararnir vóru fittir og dugnaligir tónleikarar.
- Makrel er Makrel. Og um ein manglar, so er alt ikki sum tað eigur ? kemiin er ikki tann sama, sigur Rasmus.

Vónir
Rasmus veit ikki rættiliga hvuusu hann skal lýsa vónirnar hjá bólkinum um at koma víðari í kappingini.
- Vit vóna sjálvandi at koma víðari, men vit fara ikki bara at kóka okkurt upp, men fara at vera Makrel og gera tað, ið vit gera og ætla okkum at gera, tí Makrel er Makrel. Men vinningarnir eru góðir, so vit vóna sjálvandi, men nógv góð nøvn eru við og torført er at siga, hvør kemur víðari í ár. Tað er eisini so nógv, sum spælir inn, t.d. halda vit ikki at tað er líkamikið, hvørt vit spæla fyrst ella seinast, og so hevur t.d. dagsformurin eisini týdning, metir Rasmus.

Fløga og útlond
Makrel hevur roynt nógv seinnu tíðina. Teir spældu á Vega í Keypmannahavn í fjør.
Tað var feitt! Vit skulu væntandi til Sveis á páskum og hitta ein bólk har og spæla saman. Síðani koma teir hendavegin seinni. Tutl stendur fyri hesum sambandinum. Kanska verður eisini talan um at spæla í Týsklandi. Vit umhugsa eisini at gera eina fløgu í summar og hon verður umboðandi nýggja stílin, tí vit meta ikki, at vit kunnu gera eina Wonderland fløgu afturat, sigur Rasmus Rasmussen.