Makrel í egnum farvatni

Tveir dagar áðrenn fløgan Transcend kom á marknaðin, hevði bólkurin Makrel lagt hald á Kaggan. Nú skuldi nýggja fløgan leggjast fram fyri almenninginum, og tískil bjóðaðu teir innar til góðan tónleik, gott fólk og okkurt drekkandi. Umframt at spæla fløguna fyri allarfyrstu ferð, høvdu teir fingið bólkin SIC at framføra.



Útgávukonsert

 
Biip biip: Hey man! Vit í Makrel feira nýggju fløguna, Transcend, í Kagganum frá kl. 22 og frameftir. Tað er ókeypis og vit og SIC spæla. Vit vóna at tú kanst vera við:-)
 
Soleiðis ljóðaði sms-boðini, sum eg fekk inn á klivan leygardagin. Tað er ikki oftari enn so, at tú fært eitt so gott tilboð, so eg kundi ikki annað enn at taka av tilboðnum.
Tá ið lagið Forever and Beyond gjørdist ein hin størsta landaplágan í nýggjari tíð, byrjaði ein nýggj epoka fyri rokkbólkin Makrel. Nú gjørdist teir verulig fólkaogn, og líka síðan hevur tann tónleikaáhugaði føroyingurin bíða spentur eftir einum nýggjum útspæli frá bólkinum. Og nú er tað her.
Makrel fóru í upptøkuhølini í fjørsummar, og nú fyriliggur úrslitið í sølubúðunum kring landið. 
Kvøldið var skipað á tann hátt, at fyrst varð fløgan Transcend frumspæld fyri teimum mongu fólkunum, sum høvdu leitað sær ein túr í Kaggan leygarkvøldið. Síðan spældi bólkurin SIC nøkur løg fyri okkum, og at enda fóru Makrel á pallin.
 
Fyrstu ferð 
Ári Rouch bjóði okkum vælkomin, og so legði hann Transcend á fyri allarfyrstu ferð. Og longu nú eru ábendingar um, at Transcend verður ein vælumtókt útgáva. Undanfarnu fløgurnar hjá Makrel (Makrel stinkar og Wonderland) vóru vælumtóktar av eini kjarnu av tónleika eldhugaðum, men Transcend hevur dygdirnar at røkka ein nógv breiðari skara. Hetta tí at bólkurin miðvíst hevur arbeitt við sínum ljóðið, og úrslitið er eyðsæð, tá ið tú hoyrir fløguna. Hetta er mín stutta niðurstøða, eftir at Makrel frumspældu fløguna í Kagganum leygarkvøldið.
 
Bersøgnir SIC 
Tá ið seinasta skerðingin á fløguni fánaði burtur, fóru limirnir í SIC so spakuliga at gera seg til reiðar at spæla fyri okkum. Um ein skal lýsa SIC við eini mynd, so kann tað vera hóskandi at lýsa teir sum eitt svart tok við hornum. Tokið koyrir við <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;400 Km/h&quot;$?$end$!$400 Km/h</st1:metricconverter$?$end$!$ og kveistrar allar forðingar til viks. Statt ikki fyri! Teir hava eina feita útsráling á palli, og teir skríggja eftir viðurkenning. <BR>Tá hesin herur av svørtum einglum kom á pallin, var tað beinanvegin lagt upp til eina bersøgna og harða uppliving. Teir eru harðir og kontantir, og tónleikurin vísir at teir hava nógv uppá hjarta. Onkursvegna appellerar teirra tónleikur til eina ógviliga primitiva kenslu í menniskjanum. Tú verður tvungin at liva teg inn í teirra myrka alheim, og letur tú paradirnar fella, so fært tú eina sterka uppliving av teirra tónleiki.
 
Karismatiskur oddamaður
Tað er so ofta sagt fyrr, at Mikkjal <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Gaard Hansen er&quot;$?$end$!$Gaard Hansen er</st1:PersonName$?$end$!$ ein sera evnaríkur sangari, og eg kann bara taka undir við hesum. Hann er so ótrúliga karismatiskur og hann ber framførsluna sera væl. Hóast ljóðið hjá SIC ikki var serliga gott leygarkvøldið, so sluppu teir sera væl frá síni framførslu. <BR>Teir spæla rættiliga væl, men enn haldi eg, at løgini ikki hanga nóg væl saman. Nøkur løg rigga ólukksáliga væl, meðan onnur ikki ordiliga geva mær nakað. Serliga haldi eg at nøkur løg tykjast ov samansett, soleiðis at tú ikki upplivir tey sum eina heild, men í staðin sum fleiri bitar av tónleiki. Men tá tað er sagt, so skal tað eisini sigast, at SIC er ein serliga gávuríkur, ungur bólkur, sum bara skal halda áfram við sínum arbeiði. Teir hava eina myrka framtíð fyri framman, og við miðvísum arbeiði er onki til hindurs fyri, at teir kunnu koma heilt langt við hesi samansetingini. Tí teir hava alt tað neyðuga tilfarið sum skal til fyri at skriva haldgóðan tónleik. Og teir eru so sanniliga eisini vælumtóktir millum tað unga ættarliðið - tað vitnaði headbangarirnir um í Kagganum leygakvøldið.  
                     
Oddafiskar á pallin
Eina góða løtu eftir at SIC høvdu spælt sítt seinasta lag, komu Makrel spakuliga trilvandi niðan á pallin. Fólkið tyrptist frammanfyri pallin, so lagið á áhoyrarunum bilti onki. Nú stóð bleytari, melodiskur rokkur á skránni, og tað kendist sum, fólk veruliga vóru glað fyri at síggja okkara yndis Makrelur aftur í okkara farvatni.   
At byrja við var ljóðið rætt og slætt ein katastrofa hjá Makrel. Hetta ørkymlaði teirra framførslu, tí her var onki at heinta hjá áhoyrarunum. Alt var eitt kaos, og onki spark var at finna nakrastaðni í ljóðmyndini. Men so við og við fingu tey kønu aftur tamarhald á ljóðinum, og tá hómaði tú aftur sveimandi dygdirnar í tónleikinum hjá Makrel.
 
Rasmus og Ári
Teir spældu í ein lítlan tíma. Sjálvsagt spældu teir einamest løg av nýggju fløguni, men onkur evergreen slapp sjálvandi eisini upp í part.
Tá ið tú upplivir Makrel á palli, leggur tú helst til merkis, at Rasmus og Ári eru oddafiskarnir. Teir báðir bera framførsluna sera væl, og upptraðka báðir rættiliga teatralskt. Soleiðis hjálpa teir báðir áhoyrarunum at fata tónleikin. Tú sært á teimum báðum, at tónleikurin veruliga hevur nakað at siga fyri teir, og hetta er bara positivt fyri samlaðu framførsluna.
Eitt annað positivt við framførsluni leygarkvøldið er, at nú er man eisini farin at hoyra meiri spennandi undirspæl frá Makrel. Ikki veit eg heilt hvussu øll løgini hjá Makrel eita, (kanska serliga tí at har var nógvur rúmklangur á røddini hjá Ára, og sostatt gjørdist tað torført at skilja hvat hann segði ímillum løgini), men serliga í tí eina lagnum Marshmallow legði tú til merkis, at orka var løgd í at skipa undirspælið.  Hetta meti eg vera so ófatiliga týdningarmikið fyri framtíðina hjá Makrel, tí at ongin ivi er um, at teir eru eitt tað heitasta navni á føroyska rokkpallinum í løtuni. Men onkuntíð hevur nettupp undirspælið verið tað øki, har ið eg havi mett, at Makrel svimja á djúpum vatni.
Samanlagt má sigast, at Makrel komu væl frá síni framførslu. Teir vóru ikki í supergóðari venjing, og onkrar smálutir kundi ein finnast at. Men tað týdningarmesta er, at teirra tónleikur veruliga er farin at finna seg til rættis í eini heild. Limirnir í bólkinum búgva í trimum ymiskum londum, so tað er kanska ikki so undarligt, at teir ikki eru í so góðari venjing. 
 
Meiri av hasum, Kaggin!
Kjallarin í Kagganum er eitt frálíkt stað til tílík tiltøk. Tú hevur ein pall, eitt anlegg, eitt stórt gólv, borð, barr og alt sum skal til fyri at fáa eina konserthøll at hanga saman. Eg vil við hesum eggja Kagganum at halda áfram við tílíkum tiltøkum. Vit vita, at rokktónleikurin ikki hevur so góðar sømdir í Havnini. Vit hava ov fá spælistøð, og tey fáu sum eru leggja meiri upp til dansitónleik. Tískil er tað alneyðugt, at eitt stað sum Kaggin gongur á odda, og bjóðar rokktónleikinum inn í hitan.