Í gjár, týsdagin, kom út nýggj fløga við Makrel. Hon hevur heldur sjálvspottandi heitið »Makrel stinkar«.
Makrel vóru við til Prix Føroyar finaluna leygarkvøldið, har teir endaðu á einum triðja plássi. Eisini hava teir áður roynt seg í íslendskari tónleikakapping, har úrslitið var gott, og harumframt var Rasmus Rasmussen kosin besti gittarspælari í kappingini.
Fløgan, sum kostar 159 krónur í handlunum, inniheldur 14 provokerandi og minni provokerandi løg, sum øll eru heimagjørd. Tað er 3´arin, sum gevur fløguna út.
Upptøkurnar eru farnar fram í Íslandi, og er tað Gudmund Kristinn Jónsson, eisini nevndur Kiddi, sum har sat handan knøttarnar.
So nú er møguleikin at fáa eitt smakk av Makrel ? ikki í dós, men á fløgu.
Myndatxt: Makrel hevur nú givið út eina fløgu við heitinum »Makrel stinkar«