Makrel-chekkur, Fólksins Ogn, Fólkagávan

Johan Mortensen
----

Enn bíða vit eftir oljuni. Allarhelst frætta vit um ein mánaða hvussu boringin hjá Statoil – sum er um at verða liðug – hevur heppnast, persónliga vóni eg at úrslitið verður positivt og at oljuøldin hjá Føroyum fer at byrja av álvára.

Meðan vit bíða eftir oljuna sum fer at hava stórar broytingar við sær er vert at at hava í huga, at vit í løtuni hava eitt oljuboom við makreli, um eg so kann siga.

Makrelveiðan og avleidda virðið av henni man liggja um eina lítla milliard ! Hetta eru ikki smápengar sum koma av einum tilfangi sum vit kalla Ogn Føroya Fólks, men sum ikki allir Føroyingar fáa nakran ágóða av.

Í Alaska fáa allir Alaskabúgvar á hvørjum ári ein oljukekk frá tí almenna har man veruliga meinar nakað við heitinum um felags ognarrætt til eitt tilfangi, i hesum føri er tað ávíst virði av oljuna sum Stórnin i Alaska á hvørjum ári lutar út til allar íbúgvar landsins.

Eg vil mæla til at næsta ár eiga vit at lata virðið av 20.000 tons av makreli verða lutað sundur til allar Føroyingar skatta frítt. Tað vildi givið umleið Kr 2.000,- til hvønn av okkum. Slíkt vildi givið ávíst nøgdsemi og verði gott fyri okkara samleika og somuleiðis birt áhugan hjá øllum Føroyingum fyri okkara tilfangi og hvussu vit umsita hesi, tað verði seg olja ella makrelur.

Hvat hevur hetta við Kommunuvalið at gera ? Eg meti at Tórshavnar Kommuna er so stór og týdningarmikil at hon skal gera sína ávirkan nógv meira galdandi í Landspolitikki. Eg fari at heita á Tjóðveldi á Tingi um at umhugsa omannevnda uppskot um ein makrelchekk.