Makelele til Paris SG

35 ára gamli Claude Makelele skiftir frá Chelsea til franska felagið Paris SG.

Hetta eitt ár áðrenn sáttmálin við Londonfelagið gekk út. Tað boðar franska felagið frá í morgun. Makelele skifti frá Real Madrid til Chelsea fyri 170 milliónir krónur, og spældi 144 dystir fyri felagið, har hann gjørdi tvey mál. Sambært heimasíðuni bold.dk hevur franskmaðurin ikki verið so glaður fyri tilveruna í London, eftir at portogisiski venjarin José Mourinho fekk sekkin síðsta kappingarár.