Makedoniskur skjútti til Klaksvíkar

Stjørnan ger seg til reiðar til komandi kappingarár

Fyrr í dag skrivaði In.fo, at Stjørnan hevði fingið tilgongd av italska verjuspælaranum Valentinu Landri. Stjørnan boðar í dag eisini frá, at makedonski vinstri bakkurin, Savicu Mrkikj, legst afturat hópinum.

 

- Talan er um 31 ára gomlu Savicu Mrkikj úr Makedonien.Tann 184 cm høgi vinstri bakkurin, hevur drúgvar royndir innan hondbólt á høgum støði. Millum annað hevur hon spælt super-liga í Makedonien og síðan 2021 hevur hon spælt fyri iltalska felagið Erice har hon hevur klárað seg sera væl, skrivar Stjørnan.

 

Sostatt koma bæði Valentina Landri og Savicu Mrkikj til Stjørnuna frá italska felagnum Erice. Venjaraparið hjá Stjørnuni, sum vann bronsu farna kappingarár, var Annika og Svein Rógvi Ljósstein. Tey halda fram komandi kappingarár.