Make us dream!

Tíðargrein:

Politiskt hava Føroyar onga yvirskipaða kós, og við ongari kós vekir ongin politikari nakran dreym í fólki um nakað størri enn tað verandi. Í hesi tómgongd hava vit fingið eitt slag av turrgeldum bókhaldspolitikki, sum er bæði óskipaður og óviðkomandi. Veljarafjøldin sær hetta, og tí fær ongin føroyskur politikari størri undirtøku sum landsins leiðari enn 16,7 prosent. Okkum tørvar kós og dreymar, og meðan vit bíða, mugu vit droyma við X-Factor.

 

Fert tú í onnur lond og eygleiðir politisk orðaskifti, kanst tú meira enn so fáa bæði kensluligar og intellektuellar opinberingar. Orðaskiftini hava eina fynd og eina dýpd, ið tú fært virðing fyri, og tú merkir á fólki, at tey í innastu hjartarótum hava sannføring og kós. Tey hava eina missión við sínum politiska virksemi.

Teir politikarar, sum hava sannføring og kós, hava ofta somu evnir at rúnarbinda fólk sum eitt nú tónleikabólkar og fótbóltslið. Teir vekja fjøldina og fáa hana at droyma um nakað størri enn tað, sum er í løtuni. At fjøldin er tilvitað um, at hon vil vekjast viðhvørt, kom til sjóndar, tá fótbóltsáskoðarar á Anfield Road í Liverpool herfyri hildu eitt skelti upp fyri spælarunum, ið mælti tey einføldu boð: “Make us dream!”

Vit leita so mangastaðni eftir dreymum. Vit leita eisini í politikkinum, miðlunum og listini. Tey, sum í fjør leitaðu eftir onkrum betri í USA, funnu dreymin í Barack Obama. Í grundini vann Obama hjørtuni á fólki longu á landsfundinum hjá demokratunum í 2004, tá hann helt eina bergtakandi røðu um amerikanska dreymin. Í 20 minuttir segði hann bara søguna um seg sjálvan. Eg havi ein kenyanskan pápa. Eg eiti Hussein til millumnavn. Eg átti ikki at staðið her sum senatorur. Men eg standi her, tí í USA er alt møguligt.

 

Ongir dreymaskaparar

Hjá okkum stendur ikki so væl til við dreymaskaparum sum í USA. Í eini veljarakanning hjá Fynd herfyri varð spurt, hvønn fólk vilja hava til landsins leiðara. Av 33 tingmonnum og níggju landsstýrisfólkum fekk toppskorarin bara undirtøku frá 16,7 prosentum av teimum spurdu. Tá George Bush var ringast umtóktur sum forseti í USA, vóru tað stórtíðindi, at bara 29 prosent av fólkinum tóku undir við honum. So vit hava ein trupulleika. Ongin vekir okkum úr teirri tómgongd, vit kenna okkum at vera í.

Hví hetta er so, er ikki trupult at síggja. Politiskt hava Føroyar onga yvirskipaða kós, og við ongari kós skapar ongin politikari nakran dreym um nakað størri enn tað verandi. Í tílíkari tómgongd verður politikkurin óskipaður og ógreiður, og so óviðkomandi er hann nú vorðin, at vit hava fingið eitt slag av turrgeldum bókhaldspolitikki í Føroyum. Orsakað av atgerðarloysi og vantandi politiskum hugsjónum hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið alt vald í landinum, og tað, sum har fer fram, setir dagsskránna. Tú spyrt teg sjálvan, um nakað landsstýri finst, tí stórpolitisku bardagarnir eru farnir minna um kontoklandur á kommunalum nevndarfundum.

Tá hetta er so, skuldu vit hildið, at ein spurningur sum ES-spurningurin megnaði at lyfta politiska orðaskiftið upp í hægri hugsjónarligar hæddir. Men í tí spurninginum er politikkurin akkurát líka ógreiður og vekir ongan veljara upp úr líkasæluni. Ikki eitt menniskja veit, hvagar Føroyar fara í Evropa-málum, tí útmeldingarnar frá flokkum og einstaklingum peika í allar ættir. Vit skulu beinleiðis í ES, sigur onkur. Nei, vit skulu í EFTA, sigur onkur annar. Als ikki, vit skulu í EFTA fyri at sleppa inn í EBS, sigur tann triði, og við døgurðaborðið eru fólk langt síðan farin at tosa um X-Factor.

Eru klandursmál sum ES-málið ella kontomál ikki á skránni, kemur politiska tómgongdin til sjóndar sum sjabb frá politikarum um – politikk. Í bókmentum finst eitt hugtak, sum eitur metapoesi. Hetta er skaldskapur um at skriva skaldskap. Tá rithøvundar ikki vita, hvat teir skulu skriva um, skriva teir um, hvussu trupult tað er at skriva. Hetta sama síggja vit ofta í politikki. Politikarar, sum vilja hoyra seg sjálvar tosa, men onga hugsjón hava, greiða okkum ferð eftir ferð alfaðirliga frá, hvussu tað er at vera í politikki. Nú er tað so í politikki, hoyra vit teir leggja fyri, og so greiða teir frá, hvussu tú eigur at bera teg at í politikki, hvussu tað var í politikki fyrr, og hvussu týdningarmikið tað er at telva rætt í politikki. Aftur geispa vit og spyrja, hvussu man fara at gangast í X-Factor.

Men tað fær illa verið øðrvísi, tá vit liva í einum landi, sum ikki er komið til sættis við, hvagar tað fer. Hvørja ferð ein samgonga verður skipað, kanna vit spent eftir, hvør kósin nú verður, og hvørjar avgerandi broytingar verða framdar, sum kunnu flyta okkum framá. Men í løtuni síggja vit ongan broytingarhug tíansheldur nakað framsøkni, og úrslitið er politiskt kósloysi. Onkur tingmaður blæsur seg upp um onkra íløgu, onkur landsstýrismaður gerst málsviðgeri í onkrum bókhaldsmáli, og løgmansskrivstovan sendir ovurfegin út avrit av takkarskrivum frá útlendskum statsleiðarum. Stórpolitikkur er hetta ikki, og tí kolldømir veljarafjøldin allar politikarar sum møgulig evnir til landsins leiðara.

 

Flýggja til undirhaldið

Og hvat skulu vit gera við tað? Sjálvandi kunnu vit venda politikkinum bakið og bara leita til fjølmiðlarnar eftir andligu opinberingunum. Men har er langt ímillum tær. Miðlarnir mala sum ein surrandi maskina, ið tykist hava fingið boð um ikki at bera móttakarunum fynd og dýpd. Ein skilagóður maður segði einaferð, at Føroyar eru eitt yvirinformerað og undiranalyserað samfelag. Vit frætta tíðindi um hvønn steyra, sum fer um koll, men ongin setir nakað í perspektiv. Heldur ikki til dømis seinastu veljarakanningina, ið jú vísti, at vit hava eina leiðslukreppu í Føroyum.

Sjálvur haldi eg, at nýggja tøknin við fylgisveinum, interneti og øðrum skjótum miðlum er eitt vælsignilsi, tí hon gevur hon gevur okkum informatión skjótt og lætt. Men í seinastuni havi eg kløkkað meg sjálvan við ofta at vera aldeilis líkaglaður við tað mesta, eg hoyri og síggi, tí meðan eg leiti eftir andligum skerpikjøti, fái eg bara candyfloss. Tá til dømis Dimmalætting kann finna uppá at rudda forsíðuna, tí ein føroyingur skal tosa um sítt sexlív í eini plattari undirhaldssending, hevur undirhaldið køvt journalistiska seriøsitetin, tí blaðið vil røkka lægsta felagsnevnara hjá fólki fyri at selja bløð.

Undrunarvert er tað eisini, at tá nú Kringvarp Føroya endiliga ger onkra djúpa sending og ikki bara endursendur dagsaktuellar ella útgingnar sendingar, t.d. í sambandi við kvinnudagin 8. mars, so er bulurin í innihaldinum meiningin hjá Pernille, eini lívsstílsvertinnu í enn eini undirhaldssending. Fyri 20. ferð sigur hon tað sama um, at kvinnur vilja síggja gott út, vera mammur, hava arbeiði, passa heim og vera góðar konur alt í senn, og tað er so í lagi, at hon vísir á tað. Men føroysk konubrot hava nú nógvar spennandi søgur at siga um kvinnulív, og tí mátti verið lætt at funnið onkra gerandishetju í okkara egnu verð, ið kundi ríkað okkum við sínum upplivingum og royndum kvinnudagin.

Nakað tað sama hugsar tú, tá tú letur upp fyri tíðindasendingini hjá Rás 2 og hoyrir, at toppsøgan í tíðindasendingini er um, hvat pallsetti fríggjakvøldsfilosoffurin, Blachmann, hevur sagt um Lindu. Av tí, at nógv hyggja at X-Factor, er tað fínt at undirhalda fólk við søgum um sendingina. Men fyrst í eini tíðindasending? Síðan nær er tað vorðið góður journalistikkur at gera tíðindasendingar so andliga fátækar? Tíðindi eru tíðindi, og undirhald er undirhald, men júst tí, at informatiónir uttan íhald flákra fyri eygunum á okkum, tykist bland at koma í alt. Informatión gerst informatión um, hvat hendir í undirhaldssendingum, og journalistikkur verður formidling av nøkrum, sum í roynd og veru er fjákalótir. Tá vit gera føroyskar sendingar og skriva síðu upp og síður niður burtur úr innihaldi í útlendskum undirhaldssendingum, eru vit vorðin eftiraparar og ikki sjálvskaparar. Vit hava slept stoltleikanum at finna uppá sjálv.

 

Úr líkasæluni í dreymin

Andlig líkasæla kemst av vantandi avbjóðingum, og hetta er trupulleikin við politikkinum og fjølmiðlunum. Teir bjóða okkum ikki av, og við ongum at taka støðu til ella at droyma um fylkist tjóðin bara um X-Factor, tí líkamikið um tey flestu syngja falskt har, so skapar X-Factor dreymar, og Linda og Per Zachariassen, produsarin, eru dugnalig. Men tá Linda er liðug í X-Factor, fáa vit ikki meira fyri hatta 25-oyrað og fara at leita eftir onkrum øðrum at tosa um. Onkursvegna hevur tú tó kensluna av, at hetta er ov fátæksligt alt samalt. Ov lítið uppbyggjandi. Ov innihaldsleyst.

Spurdi einaferð eina danska gentu, hvussu tað kundi henda, at hon og drongurin fóru frá hvør øðrum. Hon svaraði: “Det blev for meget hakkebøf og lykkehjul.” Hevði hetta, sum hendi teimum, hent í dag, hevði hon svarað: “Det blev for meget hakkebøf og X-Factor.” Poengið er sjálvandi, at lívið verður herliga hugnaligt við øllum hesum undirhaldinum, sum vit óvirkin labba í okkum, men tá vit finna útav, at vit hvørki síggja hvønn annan ella tað, sum hevur veruligt virði í tilveruni, fyri undirhaldi og virðisleysari informatión, vakna vit at enda við kaldan dreym.

Júst av ótta fyri líkasæluni og tómleikanum vænti eg, at listin og frítíðarítrívini eru uppstaðin. Tey geva okkum møguleikan at skapa sjálv og ferðast inn í eina verð, har líkasæli veruleikin ikki sleppur inn, og har tíðin má bíða eftir, at verkið er liðugt, og tú sleppur undan at renna aftan á tíðini. Bind eina troyggja, les eina bók, ger ein sang, rek seyðin í rætt ella far til útróðrar, og tú skilir ikki, hvussu fýra tímar kunnu fara upp í bláa luft og virka sum ein hálvur tími. Men soleiðis er kenslan av at vera í skapanartilgongdini. Hon er tíðarleys, friðsæl og kveikjandi, tí at skapa er at vera í sínum egna dreymi. And dreams we need!