Liss Hansen
Fyri nøkrum árum síðani byrjaði Jørna Mikkelsen at arbeiða í ?Heilsu og kosmetikk? í Runavík.
-?Tað var eitt sera áhugavert arbeiði, og eftir stuttari tíð, fekk eg eyguni upp fyri teimum ymisku litunum, og hvat teir hava at siga fyri andlitið.
Eg hevði ikki arbeitt har so leingi, tá eg varð biðin um at hjálpa til við at smyrja bæði privatfólkum og modellum, og tað dámdi mær bara væl. Tá mótasýningar hava verið í ítróttarhøllini í Runavík og á Kambsdali, havi eg verið og smurt modellunum, sum hava gingið, og viðhvørt hevur tað verið sera strævið. Onkuntíð havi eg smurt 60 modellum um dagin, tá serlig tiltøk hava verið, sum t.d. søluframsýningar, so tað er ikki einki. Tá tað er so nógv at gera, er tað rættiliga strævið, og tað gongur hart útyvir ryggin, men tað hevur gingið kortini.
Soleiðis fekk eg áhugað í húðrøkt og sminku, og eftir at hava arbeitt hjá Heilsu og Kosmetikk í umleið 3 ár, fór eg til Danmarkar at læra eitt sindur um at smyrja og reinska húð. Eisini fekk eg leiðbeining í at gera kropsmassagu,og heimafturkomin keypti eg so gott sum øll tey amboðini, sum vera brúkt í einari húð-klinikk.
Eg byrjaði tá so smátt at uppbyggja mær ein kundakreds, og í dag havi eg so mikið nógvar fastar kundar, sum ganga inn til mín at halda húðina viðlíka, at eg nú havi hættað mær undir at opnað eina húðklinikk í kjallaranum hjá mær, her heima í Søldafirði?, sigur Jørna Mikkelsen í samrøðu, sum vit høvdu við hana hósdagin, tá hon bjóðaði fólki at vera vælkomin inn at hyggja eftir hennara klinikk.
-?Eg havi rættiliga oftani havt stuttligar løtir, tá gentir koma ?hálandi? við einari komandi brúður. Tað er heilt ofta, at eg verði biðin um at gera andlits-viðgerðir og/ella at smyrja teimum til ein polterabend. Tá vera tær so smurdar og pyntaðar á ein hátt, sum tær ikki eru vanar við, og tað dámar teimum bara heilt væl? -sigur Jørna.
Klinikkin er í høvuðs-heitinum deild upp í eitt hugnaligt bíðirúm, og eina viðgerðarstovu.
Tá tú kemur inn í bíðirúmið, fær tú beinan vegin varhugan av, at hon hevur skil fyri vakurleika. Alt rúmið er møblerað við rokoko-møblum, og tað hevur ein stíl yvir sær, sum leiðir tankarnar ímóti ?gammeldags?romantikki.
Innanfyri er so viðgerðarstovan, har Jørna hevur øll amboðini til húðrøkt. Har gevur hon andlitsviðgerðir, tekur hár burtur við voks-viðgerð, kropps-massagu, feitt-knúsaran, aromaterapi, manicure, pedicure, o.a__Snøgt sagt alt, sum hevur við krem og sminku at gera.
Tað eru sikkurt fleiri,sum ikki vita rættiliga,hvat ?feitt-knúsarin? er fyri nakað, og um tað sigur Jørna, at tað er ein masaga, sum saman við einum heilt serligum kremi, beinleiðis ?knúsar hondtøkini?, sum nógvar kvinnur hava á lærinum. Eisini er tað serliga gott ímóti appilsin-húð, og tað hjálpir væl ímóti strekkmerkjunum, sum nógv-ar kvinnur fáa á búkin, eftir at tær hava fingið børn.
-?Tað eru dømir um, at fólkini klænkað so mikið nógv av hesi viðgerðini, at tey aftaná kunnu brúka heilar tvær støddir minni í klæðum, enn tey brúktu áðrenn viðgerðina?, -sigur Jørna, -?tí kremið, saman við massaguni, fær húðina at trekkja seg saman, og massagan fær alla tí gomlu húðina burtur. Hetta er eitt slag av body-peeling, og um tú viðlíkaheldur við-gerðina sjálv aftaná við rætta kreminum, heldur tað sær væl í framtíðini?.
Jørna sigur víðari, at andlitsviðgerðir og kropsrøkt ikki bara eru fyri kvinnurnar. Tað er sjálvsagt eisini neyðugt hjá mannfólki, at hava eina reina og vælhildna húð, fyri at síggja gott út. Fleiri menn eru eisini, sum ganga hjá henni, men tað eru kanska heldur teir eldru menninir, enn teir ungu dreingirnir, sum koma har.
??Teir ungu dreingirnir tora ikki rættiliga at koma til sovorið, tí um nú vinirnir hoyrdu um tað?__?, sigur Jørna flennandi, -?tað tola teir flestu ikki at hoyra fyri frá sínum vinunum, tí teir halda at tað er flovisligt, ella sovorið. Men rein og vælrøkt húð er sjálvandi akkurát líka neyðug at hava hjá mannfólki, sum hjá konufólki?.









