Nógv bendir á, at íslendskir make-up artistar hava ætlanir um at koma inn á føroyska marknaðin. Í øllum førum er tað ein skúli, sum arbeiðir við einum merki, sum eitur No Name, sum hevur ítøkiligar ætlanir um at gera seg galdandi á føroyska marknaðinum.
Men tað er ikki tað einasta. Ætlanir eru eisini frammi um at byrja ein make-up artistskúla í Føroyum. Ikki ber til at frætta so nógv um ætlaninar, men í øllum førum ljóðar tað, at skúlin skal byrja í Føroyum í januar komandi ár.
Vanliga tekur eitt slíkt skeið tríggjar mánaðir í Íslandi. Men um skúlin kemur til Føroya, so er ætlanin, at hann bert skal vara í seks vikur.
Í Íslandi ganga tey í skúla frá klokkan 8 til 13 í tríggjar mánaðir, meðan tey í Føroyum koma at ganga í skúla frá klokkan 8 til 16 í seks vikur. Á hendan hátt læra tey júst tað sama sum í Íslandi, bara upp á stytri tíð.
Útsettur skúli
Skúlin skuldi upprunaliga byrja í Føroyum í september, men bleiv av ymsum orsøkum ikki til nakað. Ístaðin skipaði íslendararnir fyri hesum skeiðinum, sum ein av lærarunum á íslendska make-up artistskúlanum hevði í síðstu viku. Skeiðsleiðarin, sum var her í Føroyum, eitur Silla.
Á skeiðnum, sum varð hildið á frisørdeildini á Tekniska skúla í Havn, lærdu luttakararnir fýra ymiskar hættir at leggja make-up.
Tað fyrsta kvøldið løgdu luttakararnir milt dag og kvøld make-up. Næsta dagin brúðar make-up, triðja dagin nakað sum eitur Smokey eyes og fjórða dagin make-up til Catwalk.
Smokey eyes er make-up, har serliga eyguni verða gjørd myrk ella heilt svørt. Modellirnar vóru ymiskar, og luttakararnir nýttu eisini høvi til at taka áðrenn og aftan á myndir.
Tá make-up skal leggjast til Catwalk, skal tað ofta verða øðrvísi og sterkt. Um til dømis fólk ganga mótaframsýning fyri hár, so kann tað sum skilst vera gott, at leggja líka make-up á allar modellirnar.
Skeiðsluttakararnir lata væl at skeiðinum, og tey munnu vera fleiri, ið eru sera spent at vita, um make-up artistskúlin kemur til Føroya í januar.