Majorian á Roskilde

Vinnararnir av Live Contest DK ?08, Majorian, koma á Roskilde Festivalin í ár. Fríggjakvøldið 25. apríl varð endaumfarið av Live Contest DK ?08 hildið í Amager Bio, har heili 650 fólk vóru møtt upp fyri at síggja, hvørjir vinnararnir av nógv umtalaða kappingini varð.

 

Majorian vann at enda hjørtuni hjá dómarunum. Bólkurin er listarliga ambitiøsur og popputtur og verður samanborin við stórar danskar bólkar sum Under Byen, Swan Lee og Luksus.

 

Afturat heiðurin sum vinnarar av stóru kappingini, skal bólkurin nú eisini upptraðka á Roskilde Festivalin í ár á Pavilion Junior. ? Harvið hevur bólkurin fingið síðsta fría plássið á Festivalinum.