Ólavur Hátún legði í dag frá sær sum kórleiðari hjá Havnakórinum á skilnaðarkonsert - eisini rópt: Aftureftirlítandi kórhugnaløta í Müllers Pakkhúsi, fyri fullsettum húsi í dag.
Ólavur hevur verið ein undangongumaður í kórhøpi í Føroyum. Hann hevur brotið upp úr nýggjum og hevur gingið nýggjar leiðir. Honum fyri at takka hevur kórlív í Føroyum ment seg nógv víða um og hava mangar konsertir, bæði við kóri og orkestri latið seg gera við áræði Ólavs.
Konsertin við Havnarkórinum var sjálvandi afturlítandi, og sungu tey av ryggraðnum, men kíndu tey tó hvørjum tóna – Ólavi til heiðurs. Gott gamalt føroyskt, men eisini norðurlendskur, bretskur, franskur og írskur kórtónleikur var á skrá. Ein frálík konsert
Borgarsstjórin, Heðin Mortensen, helt røðu fyri Ólavi og takkaði honum fyri megnar arbeiði hansara, kórum og kósangi at frama. Hann nevndi ólavsøkusangin, mongu vár- og jólakosertirnar og oratorini, sum høvdu glett fólk víða um, ið Ólavur hevði staðið fyri.
Ólavur var heldur ikki bangin fyri at rætta eina hond, segði borgarstjórin, og hevði verið við til at stuðla undir kórsang bæði í Klaksvík, Eysturoynni og aðrar staðir við, har boð hava verið eftir honum.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, takkaði Ólavi fyri tann mentanararv og skatt, hann so listarliga hevur skapað við lívslanga yrki sínum innan kórtónleik – og ikki minst innan Musikkskúlaskipanina eisini.
Helena tók aftur í brúðarrøðu Sofus Joensen fyri Ólavi og Ásu, har Sofus skemtiliga skuldi hava sagt, at á gravsteini Ólavs koma at standa: “Hann, sum helt alt bera til”, sum eftirmæli.
Júst hesin eginleiki hansara hevur vunnið honum mangar sømdir og heiðrar, bæði frá Drotningini, býráðum, felagsskapum, tónleika- og listafólki víða um – eisini uttanlands.
Ólavur, sum nú er 83 ára gamal, hevur verið og er ein kempa og er ágrýtin, sum fáur, kórsangi at frama. Onkur var tó so bersøgin at seta spurnartekin við, um Ólavur mundi fara at gevast?
Fyri nú nøkrum árum síðan sang eg Messias, har Ólavur var kórleiðari. Tá segði hann, at hetta var síðsta ferðin. Seigur, treystur, dugnaligur, eldhugaður og raskur hevur hann verið – Góða eydnu og takk fyri eitt væla verk, kórsangi í Føroyum at frama.
Ein legenda takkar fyri seg, sum í ein mansaldur hevur verið sera virkin og eldhugaður kór- og tónleikalívi í Føroyum at frama.
Orð og myndir: Dávur Winther