Maid in Manhattan

- Byens små mirakler

Aftur ein av gentufilmunum. Ein Øskufíu-filmur, sum hevur alt, ein øskufíufilmur skal hava. Lat tað beinanvegin verða sagt, at ert tú ein, sum leitar eftir stórspæli og møguligum Oscar-vinnarum, so er Maid in Manhattan ikki fyri teg. Ert tú hinvegin úti eftir at síggja ein fittan og romantiskan film saman við vinkonunum ella sjeikinum, so er filmurin júst tað, tú/tit hava brúk fyri.
Jennifer Lopez hevur høvuðsleiklutin í filminum. Hon er stovugentan, Marisa Ventura á Beresford hotellinum í Manhattan. Pengar eru ikki nógvir av, og eisini hevur Marisa ein son, sum eitur Ty. Pápan sær hann ikki nógv til, og er pápin ein av teimum, sum altíð hevur ein umskyldning fyri ikki at koma ? aftur hesuferð.
Lívið er strævið, og hvønn dag noyðist Marisa til arbeiðis fyri at fáa breyð á borðið hjá familjuni. Men hon trívist væl á hotellinum millum hinar stovugenturnar, og eisini hini arbeiðsfólkini á hotellinum eru góð við hana og sonin.
Ein dagin, tá Marisa og ein stovugenta og vinkona, Steph, gera reint í Park-suituni, fjasa tær býtt, og endin verður tann, at Steph fær yvirtalað Marisu til at royna eina 5000$ verda Dolce & Gabbana drakt. Tingini byrja at ganga galið, og beint tá kemur senator-valevnið Chris Marshall inn við soninum Ty, tí Ty vil við Chris at ganga túr við hundinum Rufus. Nú eru góð ráð dýr. Ikki er nógv annað at gera enn at lata sum um Marisa býr á kamarinum, og tá Chris bjóðar henni við út ber ikki til at bera seg undan.
Nú er bara at gera alt fyri, at Chris ikki finnur útav, at Marisa ikki er ein rík kvinna við einum góðum arbeiði, sum gevur nógvar pengar. Hon roynir av øllum alvi at krógva tað, men tað er lættari sagt enn gjørt.
Endin av filminum skal ikki avdúkast her, men hetta er sum sagt ein Øskufíu-filmur, so endin er nú ikki so torførur at rokna út.
Filmurin er ok. Hann er stuttligur í støðum, og tann mest sjarmerandi í øllum filminum er sonurin, Ty. Hygg bara eftir honum. Tú fert ikki at biðja um pengarnar aftur aftaná.

Fakta um Maid in Manhattan

Leikarar: Jennifer Lopez, Ralph Fiennes, Tyler Posey, Marissa Matrone, Natasha Richardson

Longd: 107 minuttir

Stað: Havnar Bio ? filmurin er fyri øll