Maibritt fær æruna

Maibritt gjørdi alt rætt og hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Tað siga tey, sum sluppu úr flogfarinum og nú liggja á Haukeland Sjúkrahús


Við Sosialin í gjár greiddi mamma Maibritt, Greta Magnussen frá, hvussu dóttir hennara hevði bjargað níggju monnum í brennandi flogfarinum. Tá segði hon millum annað, at Maibritt var ein sonn hetja.
Hesum taka eisini fleiri av teimum bjargaðu undir við, og norska blaðið Bergens Tidende hevur prátað við onkran teirra, sum yvirlivdu.
 Hon var kvik, tá hon opnaði neyðútgongina, hetta tá vit onkur annar hevði roynt at opnað tvær aðrar neyðútdyr. Sanniliga kunnu vit takka henni fyri, at vit eru á lívi. Hon gjørdi alt rætt, sigur 34 ára gamli Kenneth Palmer, sum slapp livandi frá vanlukkuni.
Eisini hevur blaðið fingið prát við August Bakke, sum er klinikkstjóri á kirurgisku deild á Haukeland Sjúkrahús.
 Sjúklingarnir siga, at hon hevur gjørt eitt megnararbeiði og tað hava tey biðið heilsustarvsfólkini sagt við hana, greiðir hann frá.
 
Aker Kværner takkað Maibritt
Norska blaðið VG veit eisini at siga, at umboð frá leiðsluni hjá Aker Kværner Elektro, hava vitjað Maibritt á sjúkrahúsinum og takkað henni fyri avrikið.
Og aðrir norskir miðlar endurgeva Åge Aadland, fakleiðara hjá sløkkiliðnum í Stord, sum hevur sagt soleiðis um 21 ára gomlu Maibritt Magnussen úr Oyndarfirði:
 Flogternan (Maibritt, blðm.) gjørdi eitt megnar arbeiði við at skipa evakueringina, men eg eri eisini sannførdur um, at sløkkiliðið á flogvøllinum bjargaði onkrum lívum.