Mai: Facebook órógvar løgtingið

Royndasti tingmaðurin sigur seg uppliva eina tingmanning, sum hugsar meira um at sleppa á Facebook ella í fjølmiðlarnar at markera seg, enn um at luttaka í orðaskiftinum í løgtinginum.

Hann er tann royndi fiskimaðurin. Tann bersøgni skiparin av bygd, sum sigur sína hjartans meining. Hart. So at øll hoyra – og summi mugu halda fyri oyruni. Hann er tann av verandi tingmaning, sum hevur sitið longst í løgtinginum. Fyrstu ferð valdur í 1984, burtur eitt skifti fyri nøkrum árum síðani, men gjørdi comeback á seinasta løgtingsvali.

Nú er Henrik Old ein útdoyggjandi rasa í løgtinginum. Tann seinasti fiskimaðurin, sum er eftir í landsins parlamenti. Tá ið hann setti seg í stólin í løgtinginum fyrstu ferð, hevði hann siglandi menn undir liðini á sær, og stundum vóru 12 ella 13 menn, sum høvdu siglt, partur av tingmanningini. Nú skal hann fóta sær millum akademikarar, lærarar og onnur bókliga útbúgvin fólk við fáum politiskum royndum.

- Eg havi ilt við at blíva samdur við nógv av teimum nýggju fólkunum. Eg havi eina aðra meining enn nógv av teimum, og hóast fólk lurta, so er tað ikki altíð, at tað ber til at fáa alt ígjøgnum, tí tað er eitt heilt annað fólkslag, sum situr í tinginum nú, samanborið við tá eg kom fyrstu ferð í løgtingið í 1984, sigur Henrik Old.


Facebook órógvar

Henrik Old sigur uppliva eina tingmanning, sum hugsar meira um at sleppa á Facebook ella í fjølmiðlarnar at markera seg, enn um at luttaka í orðaskiftinum í løgtinginum.

- Alt tað yngra fólkið situr í løgtinginum við eini teldu framman fyri sær. Summi eru á Facebook, og summi senda tíðindaskriv út við pástandum um tað, sum tey hava avrikið í løgtinginum. Tað virkar púra hen í tað bláa í mínari verð. Eg haldi, at í fleiri førum kemur Facebook fram um orðaskiftið í løgtinginum. Og fólk hungra eftir at gera vart við, at tey hava verið við í onkrari atkvøðugreiðslu í tinginum, men tað er jú arbeiðið hjá teimum at atkvøða, sigur Henrik Old.

- Alt hetta ger, at orðaskiftið í løgtinginum verður forkvaklað, og tú sært, at summi fólk eru ikki við, hóast tey eru til staðar. Serliga samgongufólk tykjast úrkoblað, og eg sakni, at tey fara upp á røðarapallin at siga sína meining. Tað ringasta av øllum er, at tingfólk ikki siga sína hugsan um tey ymsu málini. Tað er bedrøviligt fyri eitt demokratiskt land, at fólk ikki vilja ella tora ella ikki kenna seg í standi til at siga sína meining í tinginum.

- Nú eri eg ikki á Facebook, og eg eri kanska eitt sindur afturhaldandi í so máta. Mær dámar betur at tosa við fólk, og tað geri eg nógv av. Men eg haldi, at Facebook hevur eina keðiliga ávirkan á kjakið í løgtinginum, tí fólk halda tað verða vigtigari, at tey fáa sagt úteftir, hvat tey hava atkvøtt fyri ella ímóti, heldur enn at taka lut í orðaskiftinum.

- Hyggur tú út yvir salin, so sært tú, at nógv fólk sita við telduna, tykjast fráverandi, og fylgja ikki við í tí, sum fer fram í tinginum. Tað kann verða, at tey gera tað alíkavæl, men sita tey við proppum í oyrunum, er tað avmarkað, hvussu nógv tey kunnu hoyra av orðaskiftinum. Eg haldi, at Facebook ger, at tað er alt ov lítil luttøka í orðaskiftinum í tingsalinum, sigur Henrik Old.



***


Ræðist ikki Whale Wars

Sendingarnar Whale Wars, sum Paul Watson og hansara fólk hava gjørt um grindadrápið í Føroyum, hava verið at sæð á Animal Planet, og tað hevur Ferðaráðið merkt.

- Vit hava fingið rættiliga nógvan teldupost frá fólki kring allan heim. Fleiri eru atfinningarsom, men tað eru eisini tey, ið skilja okkum føroyingar, og hví vit drepa grind, sigur Guðrið Højgaard stjóri á Ferðaráð Føroya.

- Sjálvt um summi potenitell ferðafólk velja Føroyar frá sum ferðamál orsakað av eini sending sum til dømis Whale Wars, skulu vit ikki stúra fyri ferðavinnuni. Eftir mínum tykki hava vit tað, sum skal til fyri at fáa eina sterka ferðavinnu, sigur hon. 




Ein lætti at slepp undan X-Factor

- So skjótt sum eg fekk at vita, at eg var blivin nummar trý og fór av senuni, var tað ein ótrúligur lætti. Tað sigur Sveinur Gaard Olsen, sum var við í stóru sangkappingini hjá Danmarks Radio. Nú hevur hann fingið plátusáttmála og hevur úr at gera við at spæla. 



***


- Tung starvsfólkamál er veruliga nakað, sum rørir meg. Harafturímóti rørir tað meg ikki tað minsta, um onkur polittikari sigur okkurt um meg ella stovnin. Heldur ikki tað, at enda á eini forsíðu við eini keðiligari yvirskrift, er nakað, eg blívi kedd um.

Annika Mittún Jacobsen, fráfarandi kringvarpsstjóri


- Tað verður við sorgblídni, at eg gevist, men hinvegin er tað gott at fara úr einari veitslu, meðan veitslan er upp á tað besta, og soleiðis havi eg tað.

Signar á Brúnni gevst sum skúlastjóri í Klaksvík