Mai Christensen varð hepni vinnarin

Fríggjadagin 21. og leygardagin 22. oktober vóru serkønir frá Ekornes verksmiðjuni í Norra og vitjaðu hjá Idé Møblum á Hálsi, har teir m.a. svaraðu spurningum hjá viðskiftafólkum um Stressless hvílustólar og Svane Zenit madrassur.

Í hesum sambandi var ein lítil spurnarkapping millum tey sum vitjaðu í handlinum, har vinnarin kundi velja ímillum ein Stressless hvílustól ella eina Svane Zenit madrassu.

Hepni vinnarin varð Mai Christensen í Havn, sum valdi sær Stressless hvílustólin.