Hetta er heitið á nýggjari tekst- og myndabói eftir Annu Holt og Annu G. Holt. Bókin er um tvær ógvuliga ymiskar átta ára gamlar gentur. Tær eru ólíkar sum nátt og dagur, men tær verða bestu vinkonur.
Bókin, sum Jákup í Skemmuni hevur týtt úr norskum, er ætlað 6-10 ára gomlum børnum..
Tær báðar genturnar í bókini fáa nógvar avbjóðingar saman og verða verðins bestu vinkonur. Tær spæla í smáttuni uppi í trænum, tær hava ein samanbrest við løgregluna, tær hanga í rennistreingi, tær leita eftir lítlasystrini, sum er horvin, og Mars-Britt vísir dreingjunum, hvar Dávid keypti ølið.
Í skúlunum verður henda bókin m.a. brúkt til at geva børnunum uppgávur um tvístøður og trætur og heimalívið, sum rithøvundurin lýsir í bókini.
Jákup í Skemmuni týddi, og útgevari er forlagið Nýlendi. Bókin fæst í øllum bókabúðunum.