Sarah Mahfoud tapti í nátt dystin ímóti australsku Skye Nicolson um HM-beltið í fjøðurvekt hjá boksisambandinum WBC. Skye Nicolson vann dystin, sum var í Las Vegas, upp á stig og var sambært dómarunum betur í níggju av tíggju rundum.
– Eftir ein slíkt tap fert tú at ivast í øllum. Eg skal líka umhugsa, um eg framvegis havi neistan og hugin eftir hetta. Eg eri 34 ára gomul, og eg veit, at kann boksa ein dyst aftrat, men tað krevur nógv at fara í ringin. Hevði eg vunnið dystin, hevði tað verið nakað heilt annað, segði Sarah Mahoud við Ekstrablaðið í nátt.
Sarah Mahfoud hevði brúkt nógva orku og langa tíð til at koma upp á tal til HM-dyst aftur, og hon hevði fyrireikað seg væl til dystin. Eftir tapið er hon sum vera man vónbrotin.
– Eftir at eg havi tapt og ikki haldi, at eg stóð meg so væl, hugsi eg ikki, at í morgin skal eg venja og koma aftur sterkari. Men hinvegin havi eg heldur ikki hug til, at hetta skal enda soleiðis, sigur Sarah Mahfoud.
– Nú skal eg lenda og hugsa meg um, og so fáa vit at síggja, hvat skal henda frameftir, sigur hon.
Sarah Mahfoud hevur boksað 16 dystir sum professionell. Hon hevur funnið 14 og tapt tveir. Árini frá 2020 til 2022 var hon heimsmeistari í fjøðurvekt hjá boksisambandinum IBF.
##med2##












