Mikudagin fer føroyski boksarin Sarah Mahfoud til USA saman við umboðskvinnuni Bettinu Palle.
Tær hava sett sær fyri at skaffa Sarah Mahfoud nýggjan HM-dyst í vektflokkinum fjøðurvekt.
Tað skal gerast við at tosa við røttu fólkini og leggja gott orð innfyri Mahfoud.
Tær vitja í Dallas í Texas, har stóri boksarin í fjøðurvekt, Amanda Serrano, boksar HM-dyst leygarkvøldið.
Sarah Mahfoud boksaði ímóti Amandu Serrano í Manchester í fjør, og tá vann Serrano HM-beltið, ið Mahfoud hevði. Nú hevur Serrano savnað sær øll beltini hjá ymsu boksisambondunum, og Mahfoud er áhugað í nýggjum dysti ímóti henni.
Sarah Mahfoud hevur vunnið 13 av 14 professionellum dystum, og hon verður í løtuni styrkismett sum nummar 2 í fjøðurvekt – aftan fyri Serrano.
Mahoud skal boksa aftur í Royal Arena á Amager tann 7. oktober, og í næstum verður kunngjørt, hvørjari hon skal boksa ímóti.