Forsetin í Tansania, John Magufuli, er deyður. Hesum boðar landsins varaforseti frá í dag í ríkissjónvarpinum.
– Tað er við sorg, at eg boði frá, at í dag 17. mars í 2021 klokkan 18 mistu vit raska leiðara okkara, John Pombe Magufuli, sigur varaforsetin, Samia Sulhu Hassan.
Hon leggur afturat, at Magufuli doyði av hjartasjúku. Hann var sambært varaforsetanum innlagdur á eitt sjúkrahús í høvuðsstaðnum í Tansania, Dar-es-Salaam.
Magufuli hevur verið forseti í Tansania síðani 2015. hann hevur ført landið í ein nógv meira einveldis rætning, síðani hann tók við. Tíðindafólk, aktivistar og atfinnarar av stýri hansara eru handtikin.
Seinastu vikurnar hava verið gitingar um heilsuna hjá 61 ára gamla Magufuli. Hann er ikki sæddur alment síðani 27. februar.
Leysasøgur hava gingið um alt Eysturafrika um, at hann skuldi verið innlagdur á eitt privatsjúkrahús í grannalandinum Kenya við covid-19. Eftir øllum at døma lá Magufuli í respiratori á eini intensivari deild.
Tær upplýsingarnar hevur varaforsetin í Tansania víst aftur.
Stjórnin helt upp á fyri fáum døgum síðani, at forsetin hevði tað fínt, og at hann hevði nógv um oyrini. Hon bað fólkið í Tansania gloyma alt um leysasøgurnar úr útlondum.
Síðani síðstu viku hevur løgreglan handtikið minst fimm fólk í Tansania fyri at hava spreitt falskar leysasøgur um støðuna hjá forsetanum.
John Magufuli hevur gjørt seg merktan sum ein av harðrendastu skeptikarum, tá tað snýr seg um koronuvirus.
Hann hevur ógvusliga funnist at tiltøkum, sum hava havt til endamáls at avmarka smittuna, og hann noktaði at seta tiltøk í verk, sum gjørt var í øðrum londum. Tað førdi til stóra ørkymlan hjá Heimsheilsustovninum WHO.
Tann nú deyði forsetin hevur eisini hildið uppá, at koronuvirus best kundi berjast niður við bøn, og hann hevur sagt, at Gud hevur sloppið Tansania undan virusinum.
Magufuli hevur harumframt lýst koronukoppingarevni sum eina vesturlendska konspiratión.
/ritzau/Reuters