Magnus verður heimsmeistari

Breið semja er um, at nú verður tað torført hjá Anand at steðga norska Magnusi Carlsen

Talvviðmerkjarar kring allan heimin tykjast samdir. Tað verður meiri enn torført hjá indiska Anand at steðga sannførandi Magnusi Carlsen, sum við sigri í 6. umfari í dag í HM finaluni í India av álvara hevur sett kós ímóti heimsmeistaraheitinum. Nú kappingin er hálvrunnin – seks av tólv talvum eru avgreidd – er Magnus Carlsen, sum er føddur 30. november 1990, og harvið verður 23 ár um tvær vikur, frammanfyri 4-2.

Viðmerkjarar halda, at Ciswanathan Anand er sálarliga tyngdur av, at hann nú hevur tapt tvær ferðir á rað. Tað verður sagt, at hann eftir tapið í gjár ætlaði at gera skjótt av í dag, og at remis talvið í dag og hvílidagurin í morgin skuldi menna hann til nýtt álop mánadagin.

Soleiðis gekk tað ikki. Anand gjørdi stórt mistak í endaspælinum, og tað takkaði Magnus Carlsen fyri.

Í finalunum í 2010 og 2012 megnaði Anand at menna seg aftur, eftir at tað í fyrra partinum av kappingini ikki hevði gingið so væl, men soleiðis verður tað ikki roknað við, at tað fer at ganga hesa ferð.

– Tær ferðirnar vóru mótstøðumenninir Veselin Topalov og Boris Gelfand. Tá var tað ikki Magnus Carlsen. Tað er stóri munurin, sigur Susan Ninan, sum viðmerkir í Times of India.

Í morgin er frídagur, og sjeynda umfar verður mánadagin.