Magnus var skjótastur av øllum

Tveir føroyingar luttaka í donsku meistarakappingini í svimjing á langgeil, sum í hesi vikuni er í Bellahøj í Keypmannahavn. Talan er um Pál Joensen og Magnus Jákupsson.

 

Magnus svam í morgun innleiðandi í 50 metra ryggsvimjing, og tað gekk sera væl. Tað vóru 34 luttakarar, og Magnus átti bestu tíðina, sum var 26.61. Finalan verður í kvøld.

 

Pál Joensen skal í kvøld svimja í finaluni í 800 metra frísvimjing. Hann luttók ikki í innleiðandi kappingini í morgun.

 

Mynd: svimjing.com –Jákup Jacobsen eigur myndina av Magnusi Jákupsson